
Hattonbrosma
Cataetyx laticeps
Hattonbrosma er myrkabrúnur, avlangur fiskur við breiðum, fløtum høvdi. Høvdið er breiðari enn tað er høgt. Eyguni sita ovarlaga á høvdinum. Eina langa ryggfjøður, ið byrjar aftan fyri uggafjøðurina. Eina gotfjøður, ið er frá gotinum, báðar nakað lágar. Tær renna saman aftast í spíss á sporlsendanum.
Útbreiðsla
Hattonbrosma livir undir Íslandi, á Hattonbanka, við Bretsku Oyggjarnar og Asoroyggjarnar suður til Suðurafrika. Hon er eisini í vestara parti av Miðjarðarhavinum, í Meksikoflógvanum og í hellingunum við New Foundland.
Í føroyskum øki varð hon fyrstu ferð skrásett í 2009 suður av Wyville-Thomsonrygginum.

Stødd
Hattonbrosma blívur upp til 85 cm long.
Dýpi
Hon livir á dýpum frá 500 metrum niður á 2.400 metrar.
Litur
Hon er myrkabrún og kann tykjast svørt.
Eyðkenni
Breiða høvdið, ið er lægri enn ryggurin og eyguni, ið sita høgt uppi á høvdinum.
Týdningur
Hattonbrosma hevur ongan vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Hattonbrosma |
| Lat: | Cataetyx laticeps |
| Eng: | Widehead brotula |
| Ísl: | Flathaus |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
26.01.2026
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Framløga á Bátasavninum í Leirvík
09.01.2026
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026
22.12.2025
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
28.11.2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
19.09.2025
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
25.06.2025
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan va…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
07.04.2025
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…
