Dekkari til Jákup Sverra

Fjølbroytt og spennandi starv sum dekkari er leyst at søkja umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.
Jákup Sverri ger ymsar rannsóknar- og fiskitúrar gjøgnum árið eftir fastlagdari árligari sigliætlan. Túralongdin er vanliga úr einari upp í tríggjar vikur.
Arbeiðsøkið
Arbeiðsøkið er á dekkinum, hangarinum, fabrikkini, lastini vm., har tú saman við øðrum dekkarum fæst við vanligt dekkaraarbeiði, t.d.:
- fáast við trol og annan fiskireiðskap
- seta og draga mátitól
- fáast við fisk á dekkinum, fabrikkini og í lastini
- halda skipið
- annað fyrifallandi dekkaraarbeiði
Setanartreytir
Tú hevur galdandi prógv fyri heilsuváttan fyri sjófólk og trygdarskeið.
Dentur verður lagdur á røkinskap, góð samstarvsevni, umframt evni og hegni at samskifta.
Gott er at hava trolroyndir.
Løn sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 30. juni 2025 kl. 12.
Umsóknin skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hans Edmund Olsen, skipara, tlf. 27 53 09 ella Erling í Liða, reiðara, tlf. 79 39 01.
Um Jákup Sverra: Skipið, sum er bygt av MEST í 2020, er eitt tað hentasta amboðið hjá Havstovuni í sínum arbeiði at granska havumhvørvið og havtilfeingið í teimum økjum, har Føroyar hava fiskiveiðuáhugamál.
Jákup Sverri ger kanningar av havfrøði, æti, yngli, fiski o.ø. við ymsum reiðskapum og tólum. Havfrøðiligar kanningar fevna m.a. um at seta út streymmátarar, kortlegging av havbotninum, botnkanningar og seismikk. Fiskifrøðiligar kanningar verða gjørdar við botn- og uppsjóvartroli. Veiðan verður nágreiniliga kannað, og er partur av grundarlagnum undir stovnsmetingum av fiskastovnum.
Sigliætlan verður løgd fyri 1 ár ísenn. Manningin, sum telur 16 fólk, fær við ársbyrjan yvirlit yvir dagar umborð og frítíð í landi.
Meira kunning um skipið sæst her.
Viðkomandi tíðindi

Væleydnaður aðalfundur hjá evropiska felagnum fyri havrannsóknarskip liðugur
05.06.2025
Havstovan hevur í døgunum 2. til 4. juni skipað fyri 27’th ERVO Annual Meeting í Kongshøll í Havn. ERVO stendur fyri European Research Vessel Operator…

Sildakanningar norðanfyri
13.05.2025
Nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi. Meir…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri
14.04.2025
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaf…

Eitt vet meira av toski
20.03.2025
Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er r…

Laksur fingin á Landgrunninum
11.03.2025
Á yvirlitstrolingini á Landgrunninum í februar fekk Jákup Sverri ein laks í trolið norðan fyri Føroyar. Laksurin hevði púra óskaddar fjaðrar og stert,…

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan
13.02.2025
Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
07.10.2024
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu
16.09.2024
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…