{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Útbreiðsla, lívfrøði og fiskiskapur eftir reyðsprøku og tungu undir Føroyum

Áramál: –
Fígging: , , ,
Ábyrgd:
Onnur frá Havstovuni:

Henda verkætlan hevur innsavnað og greinað vinnuligt og lívfrøðiligt taltilfar av reyðsprøku (Pleuronectes platessa) og tungu (Microstomus kitt) í føroyskum sjógvi fyri at bøta um manglandi vitan um lívfrøði og stovnsstøðu hjá hesum báðum vinnuliga týdningarmiklu flatfiskasløgunum. Taltilfar frá vinnuligari veiðu, herundir sýnistøku av landingum, og frá árligu botntrols yvirlitskanningum vórðu samantvinnaðar fyri at kanna vøkstur, kynsbúning, gýting, útbreiðslu og broytingar í nøgd.

Mynstur í vinnuligari veiðu og í veiðuni frá yvirlitstrolingunum vórðu kannað fyri at lýsa útbreiðsluna av báðum sløgunum í føroyskum sjógvi og eyðmerkja øki við lutfalsliga høgari mongdum, íroknað møgulig gýtingarøki.
Greiningar av longdar- og aldursdátum vórðu framdar fyri at meta um vakstrarparametrar og kynsbúning hjá báðum sløgum. Lívfrøðilig sýni frá bæði kanningum og vinnuligari veiðu vórðu nýtt til at kanna árstíðar- og útbreiðslumynstur av búningini av rognum og sili, herundir gýtandi fiski. Longdarbýtið og kynsbúningarstig vórðu greinað gjøgnum árið og býtt eftir kyni. Hesar greiningar geva nýggja vitan um árstíðarútbreiðsluna av gýtingar- og búningarstigum í føroyskum sjógvi.

Vinnuliga óheft veiðu-uppá-roynd indeks (CPUE) vórðu roknað fyri vár- og summaryvirlitstrolingarnar og brúkt í aldursbaseraðu stovnsmetingum (SAM) fyri tíðarskeiðið 2016-2024. Hóast veikt samband við vinnuligari veiðu góvu hesi indeks virðismikla og stuðlandi kunning um lutfalsliga nøgd og stovnsmenning.

Stovnsmetingarnar vístu ymiska gongd hjá teimum báðum sløgunum. Gýtingarstovnurin hjá reyðsprøku minkaði gjøgnum tíðarskeiðið í stovnsmetingini og varð mettur at vera á lægsta støði í 2024, samstundis sum tilgongdin var lág og fiskideyðin lutfalsliga høgur. Hjá tungu sveiggjaðu gýtingarstovnurin og heildarstovnurin gjøgnum tíðarskeiðið uttan eina støðuga minking, meðan fiskideyðin vaks fram til 2020 og síðani minkaði. Metingin av tilgongd vísti munandi óvissu.

Verkætlanin gevur dagførdar lívfrøðiligar parametrar og tær fyrstu stovnsmetingarnar fyri bæði reyðsprøku og tungu í føroyskum sjógvi og styrkir sostatt grundarlagið undir framtíðar eftirlit, stovnsmetingum og fyrisiting av hesum stovnum.

Endalig frágreiðing:

Í januar 2026 vórðu úrslit um lívfrøði og stovnsmeting av reyðsprøku og tungu undir Føroyum løgd fram sum partur av hesi verkætlan. Framløgan sæst niðanfyri.

Framløga á Bátasavninum í Leirvík, Hannipoula Olsen, Havstovan

Hannipoula Olsen

Tilfeingi

Granskari, Fiskifrøðingur

hannipo@hav.fo

Vangi í PURE / Greinar / CV

Tóra Reinert

Tilfeingi

Biologassistentur

torar@hav.fo / +298 79 39 22