{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Kanningar av rundorma-slektini Anisakis

Áramál:
Fígging:
Ábyrgd:
Onnur frá Havstovuni:

Verkætlanin umfataði kanningar av øllum fiski, árini 2012-2015, ið EU-lond innfluttu.

Fiskurin varð kannaður fyri rundormasløg, ið hava heilsufrøðiligan týdning fyri menniskju. Høvuðstrupulleikin hjá EU var, at fleiri fólk av ikki-europiskum uppruna fingu ógvusligt allergi av rundorminum Anisakis simplex.

Føroyski kanningarparturin var av svartkjafti, sild og makreli. Havstovan menti saman við føroyskum fyritøkum kanningartól, ið nýttu UV/Press-kanningarprinsippið. Tvs. fyrst var fiskur/flak (ella innvølir) pressað í hydrauliskari pressu og frystur. Síðani lagdur í UV-ljós, har frystir og deyðir rundormar fluorescera, tvs. lýsa so mikið, at til ber at telja/staðfesta teir.

Havstovan samstarvaði við táverandi NIFES í Bergen. Føroysku úrslitini eru millum annað kunngjørd í hesum Fisheries Research greinum:

A survey of zoonotic nematodes of commercial key fish species from major European fishing grounds—Introducing the FP7 PARASITE exposure assessment study

Anisakis species composition and infection characteristics in Atlantic mackerel, Scomber scombrus, from major European fishing grounds — reflecting changing fish host distribution and migration pattern

Dánjal Petur Højgaard

Tilfeingi

Verkætlan, Atknýttur granskari, Ph.D, Lívfrøðingur

danjalp@hav.fo / +298 35 39 00