Parins dukátfiskur
Diretmichthys parini
Parins dukátfiskur er hávaksin, tunnur fiskur. Kropsskapið ger, at smáir fiskar minna um ein mynt (ein dukát). Sjáldsamur um okkara leiðir. Fyrstu ferð skrásettur í føroyskum øki vestan fyri Føroyabanka, á umleið 800 metra dýpi, í 2018.
Útbreiðsla
Parins dukátfiskur er rættiliga vanligur í øllum tropiskur økjum millum 40 breiddarstig norður og 40 breiddarstig suður. Onkur hendinga er tó sæddur undir íslandi, Føroyum, í Norskahavinum, Barentshavinum og við Írland.

Stødd
Kann í minsta lagi blíva upp í 46 cm langur.
Dýpi
Er at finna úr vatnskorpuni niður á 2100 m, tann vaksni tó vanliga djypri enn 500 m.
Litur
Parins dukátfiskur er myrkur, nærum svartur á liti, sum skyggir í blátt.
Eyðkenni
Stóru eyguni og stóri skákgangandi kjafturin.
Týdningur
Ongan vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Parins dukátfiskur, Parins dukatfiskur |
| Lat: | Diretmichthys parini |
| Eng: | Parin’s spinyfish |
| Nor: | Dukatfisk |
| Ísl: | Døkksilfri |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
“Running sushi” við kantin á føroyska landgrunninum?
02.11.2026
Havstovan tekur í hesum døgum lut í slóðbrótandi tvørfakligu verkætlanini DRIFT, har kannað verður, um føði, ið rekur inn á Landgrunnin úr havdýpinum,…
Árliga fiskamerkingin á Landgrunninum
12.10.2026
Tað eydnaðist at merkja 1160 fiskar á Landgrunninum á merkingartúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í s…
Sera lítið at fáa av toski, men framvegis nógv til av hýsu á føroyska landgrunninum
04.09.2026
Á árligu yvirlitstrolingini á føroyska landgrunninum í august verða 200 hál á ein tíma tikin. Tað var sera lítið at fáa av toski í ár í mun til onnur …
Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti
09.06.2026
Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), …
Sildakanningar norðanfyri
15.05.2026
Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, f…
Framvegis lítið til av toski á føroyska landgrunninum
25.03.2026
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 92 hál á ein tíma vóru tikin. Nøgdin av toski var…
Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
26.01.2026
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…
Framløga á Bátasavninum í Leirvík
09.01.2026
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…