Hans Petur Djurhuus vann lutakastið
Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið.
Tað var Hans Petur Djurhuus av Strondum, sum vann lutakastið.


Merkti fiskurin var ein bankatoskur, sum var merktur 7. oktober 2023. Fiskurin varð fingin aftur 1. august 2024, á Føroyabanka við ”Fiskivarða”. Fiskurin varð latin inn til Havstovuna tann 13. august 2024.
Í ár var lutakastið á Havstovuni í Havn. Eilif Gaard, lívfrøðingur, tók tann vinnandi seðilin og Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór rætt fram.
Havstovan takkar øllum, sum hava sent fiskamerki inn hetta seinasta árið, og ynskir vinnaranum til lukku við vinninginum.
Viðkomandi tíðindi
Árliga fiskamerkingin á Landgrunninum
12.10.2026
Tað eydnaðist at merkja 1160 fiskar á Landgrunninum á merkingartúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í s…
Minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka, men framvegis nógv hýsa
18.09.2026
Jákup Sverri var á árligu heystyvirlitstrolingini á Føroyabanka frá 8. til 15. september, og vóru allar 29 trolstøðirnar tiknar. Minni var at fáa av t…
ICES fundur á Havstovuni
05.05.2026
Í farnu viku hevur Havstovan hýst einum ICES-fundi hjá arbeiðsbólkinum North Western Working Group (NWWG). ICES er altjóða granskingarstovnurin fyri f…
Stuttur túrur á Bankanum
01.04.2026
Ringt veður hevði við sær, at váryvirlitstrolingin á Føroyabanka bleiv nakað stutt, og einans 9 av 29 trolstøðum vórðu kannaðar. Mest varð fingið av h…
Vitan um Føroyabanka løgd fram
09.02.2026
Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk…
Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
26.01.2026
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…
Jóhan Klakstein í Klaksvík vann lutakastið um 12.500 kr
02.12.2025
Jóhan Klakstein í Klaksvík gjørdist í gjár hepni vinnarin av ársins lutakasti, tá drigið varð um 12.5oo kr til ein teirra, ið hava latið fiskamerki el…
Drigið verður mánadagin
28.11.2025
Árliga lutakastið millum innsend fiskamerkir seinasta árið verður á Vaðhorn á Strondum mánadagin tann 1. desember kl. 13 Fiskamerkini, sum eru við í d…