
Krokodilluprikkafiskur
Lampanyctus crocodilus
Krokodilluprikkafiskur er langligur og tunnvaksin fiskur. Eina ryggfjøður umleið mitt á rygginum. Eina gotfjøður, ið er aftanvert miðjan fiskin. Gotfjaðrarfestið er longri enn ryggfjaðrarfestið. Búkfjaðrafestini eru fremri enn ryggfjøðurin. Uggafjaðrarnar eru langar og smalar og røkka aftur um gotið. Fitifjøðurin er umleið mitt millum stertin og ryggfjøðurina. Serliga smala og høga klingru. Høvdið er serligt við sínum langa kjafti, ið er meira enn fýra ferðir eygnatvørmátið. 3 ljósgøgn á kjálkunum, 7 yvir gotfjøðurini, 14 (13) niðast millum stertin og gotfjøðurina.
Krokodilluprikkafiskurin er beinfiskur av prikkafiskaættini, sum er í hópinum prikkafiskar.
Útbreiðsla
Undir Føroyum og í Grønlandsfirði suður á umleið 22ºN. Er eisini í Miðjarðarhavinum, Guineavíkini og Ungavavíkini í Kanada.

Stødd
Her um okkara leiðir verður hann upp í 17 cm langur. Longur suðuri er hann upp í 30 cm langur.
Dýpi
Uppi í sjónum á víðum havi úr 45 niður á 1000 metrar.
Litur
Óskalaður er hann svartur um allan kroppin. Trolveiddur er liturin og veika skræðan ofta lutvíst sjavað burtur, og tað sæst inn á bera fiskin.
Eyðkenni
Stóri og langi kjafturin. Høga og smala klingran. Longu uggafjaðrarnar.
Týdningur
Hann hevur ikki havt vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Krokodilluprikkafiskur |
| Lat: | Lampanyctus crocodilus |
| Dan: | Krokodilleprikfisk |
| Eng: | Jewel lanternfish |
| Ísl: | Fenrislaxsíld |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
26.01.2026
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Framløga á Bátasavninum í Leirvík
09.01.2026
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026
22.12.2025
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
28.11.2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
19.09.2025
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
25.06.2025
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan va…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
07.04.2025
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…
