
Macdonalds prikkafiskur
Lampanyctus macdonaldi
Macdonalds prikkafiskur líkist í skapi øðrum prikkafiskum. Hann hevur eina stóra ryggfjøður, eina stóra gotfjøður, umleið á stødd við ryggfjøðurina, eina lítla fitifjøður og smáar búkfjaðrar og bert ein viðfáning av uggafjaðrum. Sterturin er miðalstórur, nógv sýldur. Hann hevur lítið høvd. Eyguni sita fremst móti gronini, og kjafturin er stórur, fyllir næstan alt tað niðasta av høvdinum. Hann hevur beina striku. Ljósgøgn sita um allan undirpartin, eini 25-30. eini 6-8 á síðunum, undir strikuni.
Útbreiðsla
Hann er úr 70°N í Davisfirði suður móti 47°N vestanfyri. Eystanfyri er hann úr Eysturgrønlandi suður í Biskeia víkina. Undir Føroyum er hann fingin á Lúsabankaleiðini. Á syðru hálvu er hann úti fyri Brasil, Kili, Nýsælandi og Avstralia.


Stødd
16 cm sigst verða mesta longdin á macdonalds prikkafiski.
Dýpi
Hann er úr umleið 60 metrum um náttina niður á í minsta lagi 1000 metrar um dagin.
Litur
Hann er svartbrúnligur, dimm grómutur. Óskalaður er hann møguliga kámt silvurlittur um síðurnar.
Eyðkenni
Heilt smáu uggafjaðrarnar, gotfjøðurfestið er longri enn rygg fjøð urfestið.
Týdningur
Hann hevur ikki havt vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | MacDonalds prikkafiskur |
| Lat: | Lampanyctus macdonaldi |
| Can: | Rakery beaconlamp, Lanterne-bouée râtelière |
| Dan: | Macdonalds prikfisk |
| Eng: | Rakery beaconlamp |
| Ísl: | Brúna laxsíld |
| Nor: | Brun lysprikfisk |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti
09.06.2026
Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), …

Sildakanningar norðanfyri
15.05.2026
Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, f…

Framvegis lítið til av toski á føroyska landgrunninum
25.03.2026
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 92 hál á ein tíma vóru tikin. Nøgdin av toski var…

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
26.01.2026
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Framløga á Bátasavninum í Leirvík
09.01.2026
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026
22.12.2025
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
28.11.2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…
