{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Nasi

Nesiarchus nasutus

Nasi er mjávaksin fiskur, hægri enn breiður. Hann er spískur framman og aftan. Hann hevur tvær ryggfjaðrar, sum eru samanvaksnar, tann fremra hevur beinteinar og er long og lág, av nakkanum aftur til sporlið. Tann aftara hevur bleytar teinar og er á sporlinum, stutt, men hægri enn tann fremra. Gotfjøðurin er mest lík aftaru ryggfjøðurini. Tveir píkar eru framman fyri gotfjøðurina, tann fremri er størri. Aftast eru tvær smáfjaðrar, bæði undir og yvir. Hann hevur smáar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar, lítið sýldan stert. Strikan er næstan bein og gongur úr stertinum og upp á nakkan. Hann hevur stórt undirbit. Trantur er fram úr undirkjaftinum.

Útbreiðsla

Nasi er fingin í føroyskum sjógvi sunnan fyri bankarnar vestanfyri og á Íslandsrygginum, men er ikki so vanligur her um leiðir. Í Atlantshavinum er hann annars undir Noregi og Íslandi til Kanariuoyggjarnar, Madeira, Asoroyggjarnar til Suðurafrika. Hann er vestanfyri frá Flemish Cap og Karibiaoyggjunum til Brasil og Argentina. Hann er eisini í Indiahavinum og Kyrrahavinum.

Stødd

Nasi verður upp í umleið 130 cm langur.

Dýpi

Hann er úr 200 m niður á 1200 m, bæði við botnin og uppi í sjónum.

Litur

Hann er dimmbrúnur ella svartur um bakið, við viólbláum farra um síðurnar og undir búkinum. Strikan er hvít. Fjaðrarnar eru svartar, og hann er svartur inni í kjaftinum.

Eyðkenni

Hvíta strikan. Smáu fjaðrarnar á klingruni. Spíska gronin. Hørðu og bleytu ryggfjarðateinarnir.

Týdningur

TNasi hevur ikki vinnuligan týdning í Føroyum og lítlan týdning aðrastaðni.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Nasi
Lat:Nesiarchus nasutus
Azo:Escolar
Dan:Geddetryne
Eng:Escolar, Black gemfish
Fra:Escolier long nez
Ísl:Nasi, Sløngumakríll
Jap:Hashinagakurotachi
Nor:Havgjedde
Por:Peixe espada preto
Rus:Neziarkh
Spa:Escolar narigudo
Sve:Svart ädelstenfisk, Havsgädda
USA:Black gemfish, Violet snake mackerel

Viðkomandi tíðindi

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið

16.10.2025

Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak

19.09.2025

Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar

25.06.2025

Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan va…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…