
Gúnters langasporl
Coryphaenoides guentheri
Gúnters langasporl hevur stutt og nakað kubbut høvd og langt sporl, sum mjækkar aftur í sporlsendan. Tjúkkast er tað um uggafjaðrarnar. Tað hevur tvær ryggfjaðrar. Fremra er høg og stutt, stendur fremst á bakinum og er smátent framman. Aftara ryggfjøður hevur sera lágar teinar og er væl leys frá teirri fremru. Hon endar aftast á sporlinum, har hon rennur saman við gotfjøðurina í ein spíss. Tað hevur ikki stert. Uggafjaðrarnar eru heldur fremri enn fremra ryggfjøðurin. Búkfjaðrarnar eru eitt vet aftari. Gúnters langasporl hevur harðan, spískan trant, við hørðum, tindutum roðslum oman fyri hvassa kantin eftir kjálkunum. Eingin roðsla er undir høvdinum. Tað hevur lítla finnu, upp í hálvt eygnatvørmát. Tað hevur lítlan kjaft, kjaftklovin kemur ikki aftur mitt undir eygað. Tað hevur stór eygu.
Útbreiðsla
Í Davisfirði og sunnan fyri ryggirnar Grønland-Skotland suður til Kanariuoyggjarnar. Tað er eisini í Miðjarðarhavinum. Undir Føroyum er tað út av bankunum vestanfyri.

Stødd
Tað verður í minsta lagi 50 cm langt.
Dýpi
Tað er úr 830 m niður á 2830 m.
Litur
Tað er brúnligt. inni í kjaftinum og inni í táknaholunum er tað dimmari.
Eyðkenni
Tað er smátent framman á fremru ryggfjøður, sera langa sporlið, mjáa skapið og stutta gronin.
Týdningur
Gúnters langasporl hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Gúnters langasporl |
| Lat: | Coryphaenoides guentheri |
| Dan: | Günther’s skolæst |
| Eng: | Günther’s grenadier |
| Ísl: | Ingólfshali |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
26.01.2026
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Framløga á Bátasavninum í Leirvík
09.01.2026
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026
22.12.2025
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
28.11.2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
19.09.2025
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
25.06.2025
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan va…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
07.04.2025
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…
