Búmerki
Búmerkið varð gjørt í 2009, samstundis sum Fiskirannsóknarstovan broytti navn til Havstovan. Fyritøkan KREA stóð fyri sniðgevingini.
Heinta búmerkið
Um búmerkið
KREA lýsir búmerkið soleiðis:
Vit síggja tríggjar fiskar, sum allir svimja sama veg. Tríggir er nóg nógvir til at siga, at hetta er ein torva, tí, sum eingilskmenn siga: “Two is a bunch, – three is a crowd”.
Búmerkið inniheldur fimm formar, sum allir eru eins. Búmerkið hevur tí eitt sera greitt úttrykk og eitt sterkt eyðkenni, og er lætt at leggja á minnið. Linjurnar frá stertinum á fiskinum frammanfyri renna saman við linjurnar á fiskinum aftanfyri í eina harmoniska eind. At ein fiskur stingur seg framúr sigur nakað um góðsku og góðskumeting.
Formurin á fiskunum er gjørdur so einfaldur sum gjørligt; hetta fyri at geva rúm fyri fiski av øllum slagi og stødd. Formurin á fiskunum er útstrálar gleði; við tað at stertarnir spíska seg uppeftir, og høvdini venda eisini uppeftir. Fiskarnir síggja fríir, frískir og stoltir út. Teir eru ikki innibyrgdir, men svimja frítt og í einum opnum rúmi.
At tann eini fiskurin er grønur, meðan hinir eru bláir ger, at samstundis sum hetta er ein torva, so fær ein boð um, at vit hava við mong ymisk sløg av fiski at gera. Eru tvey sløg til, ja so eru eisini trý, fýra og fimm o.s.fr.
Niðasti grøni formurin er havbotnurin við sínum hólum og lagdum. Stóri blái formurin ovast er luftin, sum tó samstundis ímyndar havið, har niðasta bylgjuta linjan er havyvirflatan. Fiskarnir svimja í hvíta økinum ímillum grøna og bláa formin, sum hyggjarin skilur sum verandi hav, orsakað av bylgjutu linjunum omanfyri og niðanfyri.
Rundi heildarformurin í búmerkinum ímyndar jørðina, har tann grøni formurin er landøki og tann blái er havøki. Vit fáa tí tað globala aspektið við, at fiskurin í grundini kann svimja runt um allan heim, og at økologiska javnvágin í øllum heiminum ávirkar korini hjá fiskinum.
Um skiftið í 2009
Tíðindi
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2027
30.09.2026
Mest loyvda veiða í 2027 hækkar fyri allar tríggjar stovnarnar. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 352.938 tons fyri 2027, sum er ein hækking á heili 10…
Børnini royndu seg sum fiskifrøðingar
29.09.2026
Á Vísindavøkuni í ár kundu fólk royna seg sum “fiskifrøðingar” á básinum hjá Havstovuni. Endamálið var at gera eina stovnsmeting av “bláfiskastovninum…
Nú síggjast nósar aftur
29.09.2026
Eyðkendu hvítu nósarnir hjá láturkópi, ið av og á koma á land um heystið, deila óhepnu støðuna at vera skolaðir út av látrum. Samstundis hava teir mis…
Minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka, men framvegis nógv hýsa
18.09.2026
Jákup Sverri var á árligu heystyvirlitstrolingini á Føroyabanka frá 8. til 15. september, og vóru allar 29 trolstøðirnar tiknar. Minni var at fáa av t…
Lívið í einum dropa – eygleiðingar av plantuæti á Landgrunninum í eina fjórðingsøld
15.09.2026
Hetta er heitið á framløgu hjá Elaine Runge, PhD-lesandi, hóskvøldið 17. september kl. 19 á Bókasavninum á Sandi. Framløgan er partur av Vísindavøku á…
Upsi og aling – hvat vita vit um seiðin á firðunum og møguliga ávirkan av aling?
11.09.2026
Hetta er heitið á framløgu hjá Ásu Jacobsen, lívfrøðingi, mánakvøldið kl. 19 á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Framløgan er partur av Vísindavøku á …
Sera lítið at fáa av toski, men framvegis nógv til av hýsu á føroyska landgrunninum
04.09.2026
Á árligu yvirlitstrolingini á føroyska landgrunninum í august verða 200 hál á ein tíma tikin. Tað var sera lítið at fáa av toski í ár í mun til onnur …
Djúpa rákið á Íslandsrygginum er nú kortlagt
01.09.2026
Síðani 2020 hevur Havstovan í fleiri umførum lagt streymmátarar út miðskeiðis á Íslandsrygginum við tí endamáli at kortleggja tað djúpa rákið tvørtur …

