Kunnandi fundur fyri øll við áhuga í Norðurhøvum
á Havstovuni, mikudagin 18. november, kl. 08:30-11.30
Havstovan bjóðar aftur í ár til fund um útlitini í Norðurhøvum
Skrá
08:30 Koma og kaffi
09:00 – 11:00 Framløgur (kaffisteðgur uml. kl. 10)
- Hvussu eru útlitini í Norðurhøvum?
- Innlegg um hvat áhugapartar í Føroyum, Noregi og Íslandi meta um framtíðarútlitini í Norðurhøvum. Hetta tekur støði í útlitsmetingini, gjørd síðsta árið, í øllum trimum londunum.
- Forsagnir av vist- og havfrøðiligum viðurskiftum í Norðurhøvum
- Framløgur um arbeiðið at gera hav- og vistfrøðiligar forsagnir í Norðurhøvum. Umrødd dømir eru tilgongd til hesar fiskastovnar: lodnu, svartkjaft og botnfisk á Landgrunninum.
11:00 – 11.30 Áhugapartar fáa orðið
- Gestirnir verða spurdir, á ein óformellan hátt, hvat teir halda, er viðkomandi, neyðugt og áhugavert at arbeiða við frameftir.
Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding.
Norðurhøv
Norðurhøv (en. Nordic Seas) er havøkið norðan fyri Grønland-Skotland Ryggin, eystur móti norska landgrunninum, vestur móti eysturgrønlendska landgrunninum, og norður til Framsundið og har Barentshavið byrjar.
IEA-NOR verkætlanin
Havstovan og Fróðskaparsetur Føroya eru við í IEA-NOR verkætlanini, ið hevur til endamáls at styrkja vitanina um Norskahavið, ið er ein partur av Norðurhøvum. Umframt føroyingar, eru eisini íslendskir og norskir granskingarstovnar við.
Á fundinum verður Grønland-Skotland Ryggurin og økið vestanfyri bretsku oyggjarnar eisini viðgjørd.