{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Merking av fiski

Jákup Sverri, túrur nr. 2348

Tíðarskeið: 7-10/10 2023

Ábyrgd: Petur Steingrund

Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna ferðing og vøkstur hjá ymsum fiskasløgum í føroyska sjóøkinum.

Samandráttur

Hetta var árligi merkingartúrurin í føroyska sjóøkinum. Í ár merktu vit fisk á Føroyabanka, nú tað aftur er toskur at fáa. Harumframt er tað vinnuligur fiskiskapur á Føroyabanka, sum harvið kann fiska merkta fiskin og siga nakað um ferðing og vøkstur hjá fiskinum. Tilsamans 913 toskar vórðu merktir, har miðallongdin var 105 cm. Eisini vórðu 274 hýsur merktar, har miðallongdin var 49 cm. Hetta gevur møguleika fyri at kanna, um hýsan er líka støðuføst sum toskur á Føroyabanka.

Um túrin

Merkingartúrurin byrjaði 7/10-2023 kl. 15, beint eftir, at yvirlitstrolingin á djúpum vatni var liðug, uttan at fara í land. Rannsóknarskipið var tá statt á Bill-Baileys banka og við tað, at veðrið var sera gott, fóru vit inn á Føroyabanka at merkja fisk. Har gjørdu vit 34 hál á umleið ein hálvan tíma. Vit vóru fyri tað mesta uppi á tí grynsta partinum á Føroyabanka, har nógv var at fáa av toski. Vit endaðu merkingina mánadagin 9/10 kl. 18.

Reiðskapur og onnur útgerð                  

Stjørnutrol við 100 mm meskum í posanum. Vágslemmar. Breitlalongin var 60 m, Rockhopper grunnur.

Ein pistól var nýtt til at festa Floymerkini við. Sergjørd karskipan til merking av fiski. Mátibretti. Vekt. Klokka.

Skriviútgerð og teldur. Sjóvarhitin við botn var skrásettur við Starmon TD temperaturmátarum.

Fólk við frá Havstovuni

Durita Sørensen, Tóra Winther Reinert, Heri Kallsoy, Poul Vestergaard og Petur Steingrund (túrleiðari).

Túrfrágreiðingar

  • Yvirlitstroling – djúpt

    Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2440 Tíðarskeið: 12/9-23/9 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnfisk á djúpum leiðum. Hetta er ein yvirlitstroling fyri djúpvatnsfisk í føroyskum sjógvi. Áherðsla verður løgd á at kanna m.a. gulllaks,…

    Les meira

  • Heystyvirlitstroling – Føroyabanki

    Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2438 Tíðarskeið: 3/9-10/9 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega tilfar, ið skal lýsa nøgdirnar av toski, hýsu, upsa og øðrum fiskasløgum á Føroyabanka. Magakanningar vóru eisini gjørdar umframt…

    Les meira

  • Summaryvirlitstroling – Landgrunnur

    Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2430 og 2432 Tíðarskeið: 3-26/8 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega taltilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu, upsa, longu, gulllaksi o.ø. fiskasløgum; t.e.…

    Les meira

Viðkomandi tíðindi

  • Framvegis lítið til av toski á føroyska landgrunninum

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 92 hál á ein tíma vóru tikin. Nøgdin av toski var eitt vet størri enn í fjør, men framvegis…

    Les meira

  • Vitan um Føroyabanka løgd fram

    Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk hittust á Hotel Brandan, har…

    Les meira

  • Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka

    Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Føroyabanka. Tiltakið verður: Á Hotel Brandan5. februar – kl.…

    Les meira

  • Tilmæli 2026

    Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskidagatalið hjá Bólki 2 (trolarar) minkar við…

    Les meira