{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið.

Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum vann lutakastið.

Merkti fiskurin var ein toskur, 72 cm, sum varð merktur 15. oktober 2018 norðan fyri Føroyar. Fiskurin var fiskaður 19. desember 2018 norðan fyri Føroyar av línubátinum ”Kallanes”. Fiskurin var latin inn til Havstovuna 04. mai 2023.

Í ár var lutakastið á Havstovuni í Havn. Sólvá Eliasen tók tann vinnandi seðilin og Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór rætt fram.

Havstovan takkar øllum, sum hava sent fiskamerki inn hetta seinasta árið, og ynskir virkinum til lukku við vinninginum.

Viðkomandi tíðindi

  • Freist til lutakastið um 12.500 kr

    Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakastinum í ár um 12.500 kr, er: 14. november 2025 Sjálvt lutakastið verður 1. desember 2025. Tiltakið er alment og…

    Les meira

  • Merkt fisk á Landgrunninum

    Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í størstan mun toskur, sum verður merktur,…

    Les meira

  • Seiður merktur við Syðradal á Kalsoynni

    Í vár vóru gott 1000 seiðir merktir norðan fyri Syðradal. Talan var um tvey og trý ára gamlan seið (27-40 cm), sum hevur uppvakstrarøki inni við land og sum komandi…

    Les meira

  • Hans Petur Djurhuus vann lutakastið

    Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuus av Strondum, sum vann lutakastið. Merkti…

    Les meira