
Serstakt tema
Veðurlagsdagur 2025
18. mars
Kongshøll
Tiltakið er ókeypis – Tó krevst tilmelding
Hvussu standa Føroyar seg við broytandi veðurlagi?
Eru vit fyrireikað?
Hvat kunnu vit vísa á, sum er gjørt?
Hvat verður gjørt fyri at máta gongdina í veðurlagsbroytingum?
Hesir vera høvuðsspurningarnir, tá serfrøðingar og onnur áhugað hittast á veðurlagsdegnum, sum Kongshøll verður karmur um týsdagin 18. mars.
Á ársins veðurlagsdegi varpa vit ljós á altjóða viðurkendar ávísar – indikatorar – sum kunnu vísa og samanbera, hvussu lond handfara avbjóðingar, ið veðurlagskreppan hevur við sær.
Við støði í hagtølum og kanningum fara føroysk fakfólk at leggja fram og hugleiða um, hvussu vit í Føroyum handfara veðurlagsbroytingar, meðan roynt verður at knýta hesa vitan til nevndu ávísarnar.
Tiltakið er ókeypis, men tó krevst tilmelding.
Skrá
| Kl. | Evni | Navn |
| 13:00 | Vælkomin | Margit Stórá, Landsstýriskvinna |
| 13:10 | Um veðurlagsdagin 2025 | Sigurð í Jákupsstovu, Umhvørvisstovan |
| 13:15 | Veðurmátingar gjøgnum 152 ár | Turið Laksá, Veðurstova Føroya |
| 13:30 | Um ávísar fyri veðurlagsbroytingar | Eyð Maritudóttir Grønadal, Hagstovan |
| 13:40 | DRÍVARAR Samlað útlát av vakstrarhúsgassi Samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi frá tjóðarbúskapinum | Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan |
| 13:55 | ÁVIRKAN Tekin um veðurlagsbroytingar Hækkandi sjóvarmáli Miðalsúrleiki í sjógvi (pH) | Hergeir Teitsson, Umhvørvisstovan og Sissal V. Erenbjerg, FIRUM Ian Salter, Havstovan |
| 14:25 | Útbreiðsla og støða hjá sløgum Reyðlistavísital | Áki Vang, Tjóðsavnið |
| 14:40 | Veðurlagsbroytingar og alneyðugt infrakervi Veðurlagsbroytingar og ávirkan á flutning | Sølvi Sjúrðarson, Landsverk |
| 14:50 | Steðgur | |
| 15:10 | VIÐBREKNI Øki viðbrekin fyri veðurlagsbroytingum Oyggjar viðbreknar fyri veðurlagsbroytingum | Lis Mortensen, Jarðfeingi |
| 15:25 | ÁTØK Veðurlagsbroytingar – politikkir og ætlanir um átøk Orku- og veðurlagspolitikkir Umlegging ella avtøka av almennum stuðli til steinrunnin brennievni | Sigurð í Jákupsstovu, Umhvørvisstovan Hans Ellefsen, Fróðskaparsetur Føroya |
| 15:55 | TILLAGING Yvirvøka av veðurlagsbroytingum Skipan av veðurmátingum | Bárður A. Niclasen, Veðurstova Føroya |
| 16:25 | Við støði í dagsins framløgum, verður tikið samanum | Marita Rasmussen, Havstovan |
Veðurlagsdagurin 2025 er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Veðurstovuna, Havstovuna, Hagstovuna, Landsverk, Fróðskaparsetrið, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Firum.

Rit gjørt eftir tiltakið
Ritið, sum leinki er til niðanfyri, er ein samanumtøka av veðurlagsdegnum 2025, við m.a. samandráttum av øllum framløgunum.
Fyriskipararnir ynskja við hesum, at vitan, sum varð løgd fram á veðurlagsdegnum, er alment atkomuligu og at øll áhugað kunnu fáa betri innlit í hesi viðurskifti, og fáa atgongd til dátur og tíðarrøðir, sum á einhvønn hátt lýsa føroyska veðurlagið, veðurlagsbroytingar og annað viðkomandi. Ætlanin er, at skipa fyri nýggjum veðurlagsdegi komandi ár, so vit fáa savna saman enn fleiri dátur og vitan.
Samandráttur av veðurlagsdegnum 2024 er tøkur her.
