
Umsitingarætlan fyri botnfisk undir Føroyum
Ein umsitingarætlan er ein skipan, har fiskiskapurin verður stýrdur og avmarkaður við atliti til lívfrøðilig og vinnulig viðurskifti. Lívfrøðilig viðurskifti snúgva seg um at halda fiskastovnarnar á einum burðardyggum støði. Vinnulig viðurskifti kunnu til dømis vera, at møguleikarnir at fiska ikki broytast so nógv frá einum ári til annað.
Hetta er úr Sjóvarmál 2022, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski, hóast nøgdin var nakað…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir…

Tilmæli 2025
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…
