
Um miðal av svartkalva í ár
Jákup Sverri hevur verið á svartkalvatúrinum fyri 2022. Fyribilsúrslitið frá túrinum í ár gav í miðal 106 kg svartkalva per troltíma (sí mynd niðanfyri). Í miðal fyri árini 1995-2021 vóru fiskaði 115 kg av svartkalva um tíman, so í 2022 var veiðan eitt vet undir miðal.
Av tí at ymiskt arbeiði skuldi gerast umborð á Jákup Sverra áðrenn fráferð, bleiv túrurin einans 3 dagar langur og ikki 6 sum ætlað. Av tí sama vórðu einans 11 støðir tiknar og tær vóru allar eystanfyri. Av 2.680 longdarmátaðum svartkalvum vóru umleið 70% millum 45 og 55 cm langir, tvs. smáur svartkalvi. Magakanningar vístu, at svartkalvi í høvuðsheitum etur svartkjaft.
Svartkalvakanning hevur verið gjørd á hvørjum ári síðani 1995. Á hesum túri verður svartkalvi kannaður í kantinum á føroyska landgrunninum. Troldýpið liggur vanliga millum 400 og 500 metrar og botnhitin er vanliga um 1-2 °C.
Øll túrfrágreiðingin kann lesast her.

Viðkomandi tíðindi

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlaga á Bankarygginum, sunnan fyri Føroyabanka. Fleiri sløg…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski, hóast nøgdin var nakað…

Jákup Sverri “opið skip” á Sjómannadegnum
Leygardagin 23. august verður “opið skip” umborð á Jákup Sverra sum partur av Føroya Sjómannadegi í Klaksvík. Opið verður frá kl. 14.00 til 17.00. Gestirnir ganga rundtúr á rannsóknarskipinum t.d.…

Lítið av yngli í summar
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á flestu fiskasløgum eitt vet minni enn…
