{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Toskur leypur á æðublik

Hósdagin 7. januar fingu vit forkunnuga filmsupptøku av einum toski, sum leggur eftir einum æðubliki í Haraldssundi. Á upptøkuni sæst toskurin leypa á og gloypa um hálsin á æðublikinum í eini 10 sekund. Tað kemur meir enn so fyri, at fiskur etur fugl. Mann hevur fleiri ferðir funnið fugl í fiskamaga. Í fjør var bæði lundi og havhestur funnin í havtaskumaga, sum varð fiskaður á Føroyabanka. Eisini er merktur kjógvi og rotta funnin í toski. Hetta er tó fyrstu ferð, sum vit vita um, at upptøkur eru fingnar av toski, ið beinleiðis leypir á fugl.

Upptøkurnar eru tiknar í sambandi við eina verkætlan, sum Havstovan hevur um nebbasild og tosk á innaru leiðum. Verkætlanin inniber at gera upptøkur ein tíma í senn á ymsum plássum runt um landið. Útgerðin, sum verður nýtt, nevnist stereo Baited Remote Under Water Surveillence (sBRUVS) og nýtir tvey filmsupptøkutól at taka upp við. Við stereophotogammetry ber til at máta longdina á fiski, sum svimur framvið. Hesin toskurin, sum leggur eftir æðublikinum, er máldur at vera 73 cm langur.

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2026

    Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskidagatalið hjá Bólki 2 (trolarar) minkar við

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá

    Les meira

  • Tilgongdin av toski og hýsu á Landgrunninum og Føroyabanka ávirkast helst av havstreymum

    Sum nevnt í tíðindagrein á heimasíðuni tann 10. apríl í fjør (2024), hevur toskastovnurin á Landgrunninum verið søguliga lítil seinastu árini. Hetta kemur helst bæði av ovveiðu og skiftandi umhvørvisviðurskiftum

    Les meira

  • Merkt fisk á Landgrunninum

    Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í størstan mun toskur, sum verður merktur,

    Les meira