
Toskayngul etin upp innanífrá av rundormi
Inni í búkholuni á toskayngli eru funnar rundorma larvur av slagnum Hysterothylacium aduncum, ið hava toskafiskar sum endavert. Tær eru kravmiklar til føði og eta lítla toskaynglin upp innanífrá. Óhepnu toskaynglini við hesum óunnuliga gesti bera tí ikki boð í bý.
Hetta er úr Sjóvarmál 2017, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi

Tilgongdin av toski og hýsu á Landgrunninum og Føroyabanka ávirkast helst av havstreymum
Sum nevnt í tíðindagrein á heimasíðuni tann 10. apríl í fjør (2024), hevur toskastovnurin á Landgrunninum verið søguliga lítil seinastu árini. Hetta kemur helst bæði av ovveiðu og skiftandi umhvørvisviðurskiftum…

Merkt fisk á Landgrunninum
Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í størstan mun toskur, sum verður merktur,…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski, hóast nøgdin var nakað…

Lítið av yngli í summar
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á flestu fiskasløgum eitt vet minni enn…
