
Stuttfilmur um Jákup Sverra
Í samband við Vísindavøkuna 2020 er ein heimasíða við nógvum áhugaverdum tilfari gjørd. Á henni er eitt stórt savn av tilfari, bæði frá seinastu vísindavøku, og frá undanfarnum vísindavøkum.
Í savninum eru eisini nakrir stuttfilmar, m.a. ein spildurnýggjur stuttfilmur um nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverra.
Viðkomandi tíðindi

Beinleiðis hitamátingar frá Jákup Sverra
Nú ber til at avlesa hitan, har trolið hjá Jákup Sverra er drigið, bert fáar minuttir eftir hvørt tóv. Ein hitamátari er settur á trolið, sum sendir dátur beinleiðis á…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlaga á Bankarygginum, sunnan fyri Føroyabanka. Fleiri sløg…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski, hóast nøgdin var nakað…

Jákup Sverri “opið skip” á Sjómannadegnum
Leygardagin 23. august verður “opið skip” umborð á Jákup Sverra sum partur av Føroya Sjómannadegi í Klaksvík. Opið verður frá kl. 14.00 til 17.00. Gestirnir ganga rundtúr á rannsóknarskipinum t.d.…
