
Stjóraskifti á Havstovuni
Fríggjadagin 1. apríl tekur Marita Rasmussen við sum stjóri á Havstovuni. Marita, sum seinastu 14 árini hevur verið stjóri í Vinnuhúsinum, tekur við starvinum eftir Eilif Gaard, ið hevur verið stjóri á Havstovuni í 12 ár.
Havstovan takkar Eilifi hjartaliga fyri tíðina hann hevur sitið við róðrið, og ynskir samstundis Maritu bestu eydnu í stjórastarvinum.
Mynd: Eilif Gaard, fráfarandi stjóri, saman við nýggja stjóranum Maritu Rasmussen.
Viðkomandi tíðindi

Vitjan úr Íslandi
Í síðstu viku fekk Havstovan vitjan av systurstovninum í Íslandi – Hafrannsóknastofnun (HAFRÓ). Endamálið við vitjanini í Føroyum var at kunna seg um ymiska gransking í havumhvørvi. Við á ferðini

Skúlaflokkar vitja Havstovuna
Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku, og í hesum sambandi hava fleiri skúlaflokkar verið á vitjan á Havstovuni. Her hava tey hoyrt um, hvussu havstreymar ferðast fram við Føroyum, og hvussu

Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking
Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt føroyskt umboð er í toyminum, og tað er Karin

Eydna í Homrum sett sum deildarleiðari
Tann 1. februar 2024 tekur Eydna í Homrum við sum deildarleiðari á nýskipaðu Tilfeingisdeildini á Havstovuni. Eydna í Homrum er 49 ár, útbúgvin havlívfrøðingur frá lærda háskúlanum í Gøteborg í
