
Rúsa til tosk og hýsu
Rúsa er umhvørvisvinarligur og lítið orkukrevjandi fiskireiðskapur. Royndir eru gjørdar fyri at menna eina rúsu, sum kann brúkast til okkara vanligu fiskasløg. Undirsjóvarmyndir av hvussu fiskur ber seg at, geva ábendingar um, at rúsa kann tillagast, so hon betur kann veiða eitt nú tosk og hýsu.
Hetta er úr Sjóvarmál 2005, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2026
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskidagatalið hjá Bólki 2 (trolarar) minkar við

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá

Tilgongdin av toski og hýsu á Landgrunninum og Føroyabanka ávirkast helst av havstreymum
Sum nevnt í tíðindagrein á heimasíðuni tann 10. apríl í fjør (2024), hevur toskastovnurin á Landgrunninum verið søguliga lítil seinastu árini. Hetta kemur helst bæði av ovveiðu og skiftandi umhvørvisviðurskiftum

Merkt fisk á Landgrunninum
Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í størstan mun toskur, sum verður merktur,
