
Piyamon Khieothong vann lutakastið um 12.500 krónur

Mikudagin 21. desember 2022 var lutakast um 12.500 kr millum teirra, sum høvdu latið fiskamerkir inn seinasta árið. Vinnarin gjørdist Piyamon Khieothong úr Klaksvík, ið hevur arbeitt á Kósini síðani 2003.
Toskurin við vinnandi merkinum varð merktur 29.september 2019 eystan fyri Nólsoy og fingin aftur við línu 23. januar 2022 á landgrunninum norðanfyri.
Lutakastið varð hildið á Havstovuni í Nóatúni í Havn. Durita Sørensen tók tann vinnandi seðilin. Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór fram á rættan hátt. Havstovan takkar Hallbjørg og Duritu fyri hjálpina og ynskir Piyamon hjartaliga tillukku við vinninginum.
Viðkomandi tíðindi

Freist til lutakastið um 12.500 kr
Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakastinum um 12.500 kr, er: 1. november 2024 Sjálvt lutakastið verður 15. november 2024. Tiltakið er alment og øll er

Merktu grind í Klaksvík
Mánamorgunin 16. september lá ein lítil grind á Pollinum í Klaksvík. Av tí at kaggarnir í Norðoyggjum og Eysturoy vóru fullir, varð avgjørt at merkja nakrar hvalir. Tað eydnaðist at

Merkta grindin sunnan fyri Rockall
Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall. Hvalirnir ferðaðust fyrst fram við hellingini av bretska landgrunninum, síðan vestur

Merkta grindin farin suður í Bankarennuna
Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, vóru fyrstu náttina í Kallsoyarfirði, men hava síðan ferðast suðureftir, suður á Munkagrunnin. Hvalirnir eru nú komnir suður um Bankarennuna, í eitt
