Ph.d.-skeið um hav- og vistfrøði
21. august – 1. september 2023 skipa granskarar á Havstovuni fyri spennandi ph.d.-skeiði um sambandið millum hav- og vistfrøðina í eystara parti av Norðuratlantshavinum.
Heitið á skeiðnum er “Ecologically relevant oceanographic processes in the Northeastern Atlantic”.
Skeiðið verður hildið á Fróðskaparsetrinum, umborð á Jákup Sverra og á Havstovuni.
Umsóknarfreist er 29. mai 2023.
Meir kunning um skeiðið er á heimasíðuni hjá Setrinum.
Onnur tíðindi
-

Næmingar vitja Havstovuna
Í gjár fingu vit á Havstovuni so fitta vitjan av børnum úr 1. flokki í Sankta Frans Skúla. Guðrið Eriksdóttir Johansen hevði eina framløgu fyri teimum við heitinum “Ferðast við…
-

Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og Eilif Gaard, lívfrøðingur og Dr. Philos, hildu á…
-

Hátíðardagur á Havstovuni
Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni. Tað ásanna vit, nú 6 starvsfólk fingu heilsan í sambandi við 25 og 30 ára starvsdagar á Havstovuni. Stjórin, Marita Rasmussen, bar heilsan fram til…
-

Havstovan kunnar skúlaflokkar á umhvørvisviku á Tvøroyri
Tvøroyar kommuna skipar fyri umhvørvisviku hesa vikuna. Í hesum sambandi hava Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi í havfrøði, og Marita Rasmussen, stjóri, verið á Seglhúsloftinum, har fleiri skúlaflokkar úr Tvøroyrar skúla…