
Ov feitt fyri ternuna
Nógv bendir á, at høvuðsføðikeldan hjá ternuni, nebbasildin, var so væl fyri í 2009, at hon bleiv óatkomulig hjá ternuungunum. Árið sá út til at gerast eitt avbera gott ár við nógvari og góðari føði, men so doyðu ternuungarnir knappliga. Nýggjar kanningar varpa ljós á gátuna um feitu nebbasild ina, sum kanska vísti seg at vera ov feit fyri ternuna.
Hetta er úr Sjóvarmál 2012, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi

Gloyptur sjófuglur
Tá Jákup Sverri var til yvirlitstroling á Føroyabanka í vár, varð ein heldur forvitnisligur fongur funnin í einum toskamaga. Talan var um ein sjófugl, allarhelst lomviga. Allur fuglurin varð funnin…

Fólk og Fuglar í Klaksvík á Grækarismessu
Afturvendandi tiltakið “Fólk og Fuglar”, sum Umhvørvisstovan, Havstovan og Tjóðsavnið skipa fyri, verður hesaferð í Klaksvík. Evnið er: Hvussu stendur til hjá fuglunum í Føroyum? Hvørjar broytingar síggjast í stovnunum?…

Virðismikil fuglatøl útgivin í grein
Grein um gongdina hjá sjófugli í Føroyum síðani fyrst í 1970-unum er útgivin í tíðarritinum Frontiers in Marine Science (les her). Fuglafrøðingurin Bergur Olsen hevur í meira enn 50 ár…

Nýggi granskingarbáturin “Lomvigin” siglt fyrsta túrin
Á heysti 2022 fekk Fuglakanningarstøðin hjá Havstovuni fígging frá Aage V. Jensens Fonde at lata ein bát byggja til sjófuglateljingar kring alt landið. Í síðstu viku sigldi nýggi báturin sín…
