{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Merktu springararnir farnir í ymsar ættir

Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 3. september 2022, og sum eftirfylgjandi fóru norður um oyggjarnar, eru farnir í ymsar ættir. Tann eini springarin fór skjótt vesturyvir, og hevur síðani ferðast suðuryvir, og er nú sunnan fyri Íslandsryggin.

Eini springarin, ið fór eysturyvir, er steðgaður á 40 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni. Tríggir springarar hava fylgst norður í Norskahavið, men nú er ein av teimum vendur við aftur móti Føroyum.

Hinir báðir springararnir eru í Norskahavinum, norðan fyri 64 stig. Annar av hesum springarunum hevur eitt av gomlu merkjunum, ið samband nú er við annan hvønn dag. Samband er við hinar springararnar hvønn dag.

Viðkomandi tíðindi

  • Teir merktu springararnir eru nú norðanfyri

    Springararnir, ið vórðu merktir í Fuglafirði leygardagin 3. september 2022, eru farnir norð um oyggjarnar. Við góðari hjálp frá bátum, umframt skótum og fólki annars á sandinum, eydnaðist at reka

    Les meira