{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Merkta grindin ferðast suðureftir

Við góðari hjálp frá sýslumanni, grindaformonnum og fólki annars á báti og sandi, varð ein grind merkt í Sandavági mikudagin 19. juli 2023. Ein bólkur á umleið 40 hval var á vágni, harav eini 15 hval gjørdu landgongd. Fimm grindahvalir fingu fylgisveinasendarar festar á hornið, og síðan varð øll grindin slept. Tað tók umleið trý korter at merkja og takkar Havstovan øllum fyri góða hjálp.Eftir at vera farin av Sandavági, helt grindin leiðina suðureftir, fram við Sandoynni og í Suðuroyarfjørð. Haðani fór hon vestur um Suðuroynna, og er síðan komin suður um Sumbiarstein.

Viðkomandi tíðindi

  • Merkt grind á Føroyabanka

    Tann merkta grindin úr Fuglafirði hevur nú verið ein túr á Føroyabanka. Eftir at grindin mundi møtt merktu klaksvíksgrindini á Hattonbanka fyri viku síðan, fór hon suður aftur í Hattondýpið,

    Les meira

  • Merktu grindirnar tætt saman

    Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp á hvørja aðra, hóast fjarstøðan eina løtu

    Les meira

  • Nú eru tvær merktar grindir

    Hin 16. september var ein lítil grind á 20 hval merkt á Klaksvík. Við sera góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var grindin hildin til, og fylgisveinasendarar

    Les meira

  • Merktu grind í Klaksvík

    Mánamorgunin 16. september lá ein lítil grind á Pollinum í Klaksvík. Av tí at kaggarnir í Norðoyggjum og Eysturoy vóru fullir, varð avgjørt at merkja nakrar hvalir. Tað eydnaðist at

    Les meira