{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Merkt havtaska úr Íslandi fingin undir Føroyum

Ein havtaska, ið varð merkt undir Íslandi 22. mai 2012, varð fingin aftur við Føroyar 4½ ár seinni, tann 4. november 2016.

Havtaskan varð merkt á positión 63°28N og 23°08V, sum er suður úr Reykjanesi. Hon varð afturfingin undir Føroyum á Munkagrunninum á positión 61°06´N og 07°09V. Tað vóru partrolararnir Jaspis og Ametyst, sum fiskaðu hana.

Havtaskan var 56 cm long, tá hon bleiv merkt. Tann afturfingna havtaskan var kruvd og avhøvdað, so upplýsingarnar, vit fingu um sporlið, vóru, at tað var 45 cm langt og vigaði 4,5 kg. Við at nýta ein umrokningsfaktor millum vekt av sporli og kruvda vekt, vigaði havtaskan umleið 13 kg kruvd vekt. Tað vil siga at hon hevur verið um 100 – 110 cm long, nú hon varð fingin undir Føroyum. Hetta passar við, at hon er vaksin um 10 cm í miðal um árið.


Okkum kunnugt, er hetta fyrsta havtaska, merkt í Íslandi, sum er fingin aftur undir Føroyum. Tað sama er galdandi fyri havtaskur, merktar undir Føroyum, har bert ein er fingin aftur í íslendskum sjógvi.

Viðkomandi tíðindi