
Merking av fiski á Føroyabanka
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.
Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er vinnuligur fiskiskapur á Føroyabanka, sum er ein fortreyt fyri, at merktir fiskar verða fingnir aftur.
Merkingarroyndir geva upplýsingar um ferðing og vøkstur hjá fiskinum.
Tilsamans 913 toskar vóru merktir og 274 hýsur. Hetta er fyrstu ferð, at Havstovan merkir hýsu á Føroyabanka.
Toskur er ikki merktur á Føroyabanka síðan 1999. Túrfrágreiðing sæst her.
Viðkomandi tíðindi

Vitan um Føroyabanka løgd fram
09.02.2026
Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk…

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
26.01.2026
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Jóhan Klakstein í Klaksvík vann lutakastið um 12.500 kr
02.12.2025
Jóhan Klakstein í Klaksvík gjørdist í gjár hepni vinnarin av ársins lutakasti, tá drigið varð um 12.5oo kr til ein teirra, ið hava latið fiskamerki el…

Drigið verður mánadagin
28.11.2025
Árliga lutakastið millum innsend fiskamerkir seinasta árið verður á Vaðhorn á Strondum mánadagin tann 1. desember kl. 13 Fiskamerkini, sum eru við í d…

Freist til lutakastið um 12.500 kr
21.10.2025
Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakastinum í ár um 12.500 kr, er: 14. november 2025 Sjálvt lutakastið verður 1. desembe…

Merkt fisk á Landgrunninum
15.10.2025
Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í st…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
19.09.2025
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Seiður merktur við Syðradal á Kalsoynni
06.06.2025
Í vár vóru gott 1000 seiðir merktir norðan fyri Syðradal. Talan var um tvey og trý ára gamlan seið (27-40 cm), sum hevur uppvakstrarøki inni við land …
