
Megnar toskahálið á Føroyabanka bert eitt eindømi
Fjølmiðlar hava víst á filmsupptøkur frá Bankatúrinum í mars 2021, har víst verður á stórt hál við stórum og feitum toski, sí myndir. Hetta hálið var tó ikki umboðandi fyri júst lidna túrin, men bert eitt eindømi. Hetta eina hálið gav gott og væl helvtina av toskaveiðuni allan túrin. Úrslitini fyri túrin sum heild vístu, at samanborið við seinastu umleið 15 árini var meira at fáa av toski í mars í ár.
Í mars í fjør var tó sera nógv fingið av toski á Føroyabanka. Yvirlitstrolingarnar í september og royndirnar við línuskipum í 2019-2020 benda hinvegin á, at tað er lítið til av toski á Føroyabanka. Orsøkin til hendan mismun millum kanningarúrslitini er ókend, og tað er tí framvegis ivasamt, hvussu nógvur toskur er á Føroyabanka.

Magnus Heinason kom aftur av váryvirlitstúrinum á Føroyabanka týskvøldið 23/3-2021 í øllum storminum. Hóast ivasamt veður flestu dagarnar, hevur hilnast væl. Tiknar vóru 27 trolstøðir og 23 hydrografistøðir. Hetta var eisini seinasti túrurin hjá Magnusi Heinasyni sum rannsóknarskip hjá Havstovuni eftir samfull 41 ár.
Les túrfrágreiðingina her.
Hannipoula Olsen ( hannipo@hav.fo)
Viðkomandi tíðindi

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski, hóast nøgdin var nakað

Lítið av yngli í summar
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á flestu fiskasløgum eitt vet minni enn

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir
