
Magnus Heinason á veg til Kroatia
Herfyri var endalig avtala gjørd um søluna av Magnusi Heinasyni. Søluprísurin var 1,1 millión krónur og tað er eitt felag í Kroatia, ið hevur keypt skipið. Í Kroatia skal Magnus Heinason umbyggjast og fer, tá umbyggingin er liðug, at sigla dagstúrar við ferðafólki í Adriahavinum. Hann hevur fingið nýtt navn og eitur nú Mito.
Í síðstu viku fingu nýggju eigararnir frálæru í hvussu ymisku tólini verða brúkt, og í morgun legði Mito fyri síðstu ferð frá landi í Føroyum við kós móti Split í Kroatia.
Havstovan ynskir nýggju eigarunum og Mito blíðan byr.
Viðkomandi tíðindi
Skúlaflokkar vitja Havstovuna
Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku, og í hesum sambandi hava fleiri skúlaflokkar verið á vitjan á Havstovuni. Her hava tey hoyrt um, hvussu havstreymar ferðast fram við Føroyum, og hvussu…
Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking
Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt føroyskt umboð er í toyminum, og tað er Karin…
Eydna í Homrum sett sum deildarleiðari
Tann 1. februar 2024 tekur Eydna í Homrum við sum deildarleiðari á nýskipaðu Tilfeingisdeildini á Havstovuni. Eydna í Homrum er 49 ár, útbúgvin havlívfrøðingur frá lærda háskúlanum í Gøteborg í…
Helga Bára Mohr Vang sett sum varaleiðari
Tann 1. februar 2024 tekur Helga Bára Mohr Vang við sum varaleiðari á nýskipaðu Tilfeinigsdeildini á Havstovuni. Helga Bára er 38 ár, útbúgvin lívfrøðingur frá Fróðskaparsetri Føroya í 2009 og…