
Krill
Krill er felgasheiti fyri ein lítlan bólk av uml. 80 ymiskum sløgum av smáum krabbadjórum, sum liva í sjónum. Nøkur fá sløg liva tætt við ella á botni, men tey flestu sløgini liva uppi í sjónum, antin á opnum havi ella tættari við land. Krill hoyrir til tann stóra bólkin av smáum djórum í sjónum, sum vit vanliga nevna „djóraæti“, og í stødd hoyrir krill til bólkin „stórt djóraæti“. Tey bæði vanligastu sløgini av krill um okkara leiðir eru tað stóra krillslagið Meganyctiphanes norvegica og Thysanoessa longicaudata, sum er nakað væl minni.
Hetta er úr Sjóvarmál 2009, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi
Fiskiskapur eftir reyðæti
Føroyar hava ein serligan náttúrugivnan møguleika at gagnnýta tað næst størsta lívfrøðiliga tilfeingið, sum er í Norðuratlantshavi, nevniliga reyðæti. Við skynsemi og hollari vitan ber til at veiða ein part…
Broytingar í djóraætissamfelagnum á Landgrunninum
Djóraæti byrjar at nørast fyrr inni á Landgrunninum enn uttan fyri Landgrunnin, og bæði sløg og nøgdir av djóraæti broytast nógv í mun til tíð og stað. Tað vísa kanningar…
Djóraæti á Landgrunninum týdning fyri fiskalarvur
Fyri livilíkindini hjá næsta ættar liðnum av fiski, teimum viðkvomu fiska larvunum, hevur millum annað nøgd og slagsamanseting av djóraæti inni á Landgrunninum stóran týdning. Hetta er úr Sjóvarmál 2018,…
Nógv krill á Vánni í Klaksvík
Hósdagin varnaðust fólk í Klaksvík óvanliga nógv av nøkrum smáum krabbadjórum á Vánni í Klaksvík.Havstovan hevur fingið nøkur av hesum djórunum til kanningar og kann staðfesta, at talan er um…