{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking

Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt føroyskt umboð er í toyminum, og tað er Karin Margretha H. Larsen, havfrøðingur og deildarleiðari á Havstovuni.

NCKF, sum varð stovnað í januar 2020, hevur til endamáls at granska og miðla vitan um veðurlagsbroytingar og teirra avleiðingar fyri menniskju og náttúru í ríkisfelagsskapinum. NCKF virkar eisini sum stuðul undir arbeiðinum hjá DMI sum veðurlagsráðgevi hjá donsku stjórnini. Granskingin hjá NCKF fevnir víða og er serliga um veðurlagsvitan til tað danska samfelagið og evnir, sum hava týdning fyri ríkisfelagsskapin, gransking í polarum viðurskiftum og globalum veðurlagsmodellum.

Nýggja ráðgevandi toymið er ein samanlegging av ráðgevandi nevndini og vísindaliga panelinum, sum virkaðu frá 2021 til 2022. Nýggja toymið, sum er valt fyri tvey ár, hevur 17 limir við serligari vitan innan veðurlagsbroytingar. Toymið skal veita kunning um tað, sum rørir seg í samfelagnum, eins og um avbjóðingar og tørvir. Samstarvið við toymislimirnar kann eisini elva til nýggj samstørv, samarbeiði og gransking til gagn fyri samfelagið.

Fyrsti fundur í toyminum var fríggjadagin 26. januar á DMI, har nýggja virkisskráin hjá NCKF varð løgd fram. Tosað varð eisini um miðlan av veðurlagsgransking og um tvørfakligt samstarv. Meiri kunning um ráðgevandi toymið er at finna her.

Viðkomandi tíðindi

  • Er føroyska veðurlagið broytt?

    At føroyska veðrið er skiftandi, vita vit. Men hvussu er við varandi veðurlagsbroytingum í Føroyum? Síggjast broytingar í veðurlagnum á okkara leiðum? Hvørjar kanningar og mátingar hava vit, sum kunnu…

    Les meira

  • El Niño / La Niña og toskur

    Veðurlagsfyribrigdið El Niño / La Niña kann hava ávirkan um allan heim. Havstovan hevur kannað, um hesar broytingar eisini ávirka føroyskan botnfisk, og okkara niðurstøða er, at kaldara La Niña-støðan…

    Les meira

  • Skiftandi veðurlag ávirkar upsastovnin

    Skiftandi veðurlag ávirkar gróðurin í sjónum, og hetta hevur stóra ávirkan á upsan við Føroyar. Verður upsastovnurin stórur, veksur fiskurin seinni og tað ávirkar ferðingarmynstrið. Hetta kemur m.a. fram í…

    Les meira

  • Streymmátingar avdúka veðurlagsbroytingar í Norðurhøvum

    Undir sjey ymiskum verkætlanum hevur Havstovan í skjótt 20 ár í millumtjóða samstarvi verið við til at kanna havrákið í Norðuratlantshavi. Mátingarnar eru týdningarmiklar, tí broytingar í havrákinum kunnu hava…

    Les meira