
Jóhannis Danielsen á Havstovuni helt bestu snarrøðuna
Jóhannis Danielsen, ph.d. í lívfrøði og granskari á Havstovuni, vann snarrøðukappingina á Vísindavøkuni, sum var í Runavík fríggjadagin 23. sept. Hann røddi í 150 sekund um havhest, sum reiðrast í Føroyum.
Dómsnevndin, við Katrin Apol, Marnar Fríðheim Kristiansen og Dagmar Joensen-Næs, metti, at snarrøðan hjá Jóhannisi var áhugaverd og skemtilig við ymsum fakta, sum kveikti forvitnið hjá áhoyrarunum.
Kappingin snýr seg um heilt stutt at greiða frá einum granskingar-postara. Tiltakið var skipað soleiðis, at nakrir granskarar eftir tørni høvdu hvør sína stutta framløgu, sum var:
Hesaferð kappaðust fýra granskarar um at vinna ársins snarrøðukapping.
Havstovan ynskir Jóhannisi hjartaliga tillukku.
- at røða í 150 sekund
- ein mynd á vegginum, sum er avrit av sjálvum postaranum og
- einki kjak ella spurningar úr salinum

Viðkomandi tíðindi
Skúlaflokkar vitja Havstovuna
Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku, og í hesum sambandi hava fleiri skúlaflokkar verið á vitjan á Havstovuni. Her hava tey hoyrt um, hvussu havstreymar ferðast fram við Føroyum, og hvussu…
Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking
Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt føroyskt umboð er í toyminum, og tað er Karin…
Eydna í Homrum sett sum deildarleiðari
Tann 1. februar 2024 tekur Eydna í Homrum við sum deildarleiðari á nýskipaðu Tilfeingisdeildini á Havstovuni. Eydna í Homrum er 49 ár, útbúgvin havlívfrøðingur frá lærda háskúlanum í Gøteborg í…
Helga Bára Mohr Vang sett sum varaleiðari
Tann 1. februar 2024 tekur Helga Bára Mohr Vang við sum varaleiðari á nýskipaðu Tilfeinigsdeildini á Havstovuni. Helga Bára er 38 ár, útbúgvin lívfrøðingur frá Fróðskaparsetri Føroya í 2009 og…