
Jákup Sverri verið eftir streymmátarum
Tann 11. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Hetta eru teir fimm mátararnir, sum Jákup Sverri fyri fyrstu ferð legði út í fjørð. Tað hilnaðist sera væl, og allir mátararnir vórðu tiknir upp í øllum góðum. Tveir av mátarunum lógu á Islandsrygginum – ein í føroyskum sjógvi og hin í íslendskum sjógvi. Har hava hesir mátarar nú í tvey ár mátað rákið tvørtur um Íslandsryggin, og eru hesar mátingar gjørdar í samstarvi við DMI við fígging frá Nationalt Center for Klimaforskning. Hinir mátararnir lógu í ávikavist Bankarennuni og Føroyastreyminum norðan fyri Føroyar. Allir streymmátararnir eru nú á Havstovuni, har data verða lisin, battaríni skift, eins og annað eftirlit verður gjørt. Í komandi viku fer Jákup Sverri nýggjan hydrografitúr, har streymmátararnir verða lagdir út aftur.
Á túrinum vórðu eisini hydrografiskar mátingar gjørdar í Hetlandsrennuni eins og á Íslandsrygginum. Hesar vístu m.a., at nógvur Eysturíslandssjógvur var í Hetlandsrennuni. Fyribils úrslitini eru at síggja í túrfrágreiðingini her.
Viðkomandi tíðindi

Beinleiðis hitamátingar frá Jákup Sverra
Nú ber til at avlesa hitan, har trolið hjá Jákup Sverra er drigið, bert fáar minuttir eftir hvørt tóv. Ein hitamátari er settur á trolið, sum sendir dátur beinleiðis á…

Landgrunnurin met heitur í 2025
Miðalhitin í sjónum kring oyggjarnar fyri alt árið 2025 var eitt kvart stig heitari enn undanfarna metárið 2003. Níggju mánaðir í 2025 vóru eisini met heitir, umframt at met vórðu…

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Føroyabanka. Tiltakið verður: Á Hotel Brandan5. februar – kl.…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlaga á Bankarygginum, sunnan fyri Føroyabanka. Fleiri sløg…
