
Jákup Sverri handaður eigaranum
Í gjár bleiv avhendingarskjalið og onnur viðkomandi skjøl í sambandi við yvirtøku av nýggja rannsóknarskipinum Jákup Sverra undirskrivað, og skipið er nú formliga handað eigaranum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum skrivaði undur vegna byggiharran, meðan Mouritz Mohr, stjóri og Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður skrivaðu undir vegna MEST.
Føroya Landsstýri yvirtekur Jákup Sverra fyri avtalaðan prís.
Í dag fer manningin umborð og siglir skipið til Havnar at taka útgerð. Tað arbeiðið fer at taka nakrar dagar, og síðan verður farið at gera tær fyrstu kanningarnar fyri Havstovuna.
So skjótt høvi verður, er ætlanin at vísa almenninginum kring landið skipið. Vit frætta meira um, hvussu tað verður skipað við atliti til koronu.
Viðkomandi tíðindi

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski, hóast nøgdin var nakað

Jákup Sverri “opið skip” á Sjómannadegnum
Leygardagin 23. august verður “opið skip” umborð á Jákup Sverra sum partur av Føroya Sjómannadegi í Klaksvík. Opið verður frá kl. 14.00 til 17.00. Gestirnir ganga rundtúr á rannsóknarskipinum t.d.

Lítið av yngli í summar
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á flestu fiskasløgum eitt vet minni enn

Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
Sunnumorgunin 20. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Túrfrágreiðingin kann lesast her. Kanningin er partur av felagskanning saman við Danmark, Íslandi og Noregi. Tá hini skipini eru liðug
