
Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka, har 29 hál á ein tíma vórðu tikin. Aftur í ár var nógv at fáa av stórum toski á Føroyabanka. Eisini var nógv at fáa av bæði stórari og smáari hýsu.
Magakanningarnar vístu, at væl var etið av nebbasild, sum var høvuðsføðin hjá toski. Umframt hetta vóru kanningar gjørdar av sjónum á Føroyabanka, har sjóvarhitin við botn lá um 8,0 °C.
Eisini varð botndýpið neyvt skrásett. Les túrfrágreiðingina við at trýsta her.
Viðkomandi tíðindi

Eitt vet meira av toski
Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er rakari enn síðstu árini,

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan
Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur manningin lagt eina fortoying út.

Tilmæli 2025
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá
