
Íslendski fiskimálaráðharrin á vitjan á Havstovuni
Týsdagin 5. apríl var íslendski fiskimálaráðharrin á vitjan á Havstovuni saman við Árna Skaale fiskimálaráðharra.
Hesa vikuna hevur íslendski fiskimálaráðharrin Svandís Svavarsdóttir verið á vinnuferð í Føroyum saman við íslendsku alivinnuni.
Íslendski fiskimálaráðharrin nýtti í hesum sambandi høvi til at vitja Havstovuna, við tí fyri eyga at kunna seg um tað samstarv, sum er millum føroyskar og íslendskar granskarar innan virkisøkið hjá Havstovuni.
Marita Rasmussen stjóri greiddi frá virkseminum og endamálinum við Havstovuni og deildarleiðarin á Umhvørvisdeildini Karin Margretha H. Larsen greiddi frá áhugaverda granskingararbeiðnum av havstreymunum, sum gera tað liviligt í Føroyum og Íslandi og tað samstarv, sum er við íslendsku Havstovuna. Eydna í Homrum granskari á uppsjóvardeildini greiddi m.a. frá um árligu felags kanningingarnar at gera meting av norðhavssildastovninum, sum føroyska havrannsóknarskipið Jákup Sverri ger saman við havrannsóknarskipum úr Íslandi og hinum grannalondunum.
Havstovan takkar fyri vitjanina og møguleikanum at greiða frá virkseminum á stovninum.
Viðkomandi tíðindi

Vitan um Føroyabanka løgd fram
Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk hittust á Hotel Brandan, har

Framtíðin hjá mati úr sjónum
Dr. John Goodlad úr Hetlandi helt almennan fyrilestur á Havstovuni mikudagin, 19. november, har evnið var “The Future of Seafood” – framtíðin hjá mati úr sjónum. Hetta var út frá

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic

Næmingar vitja Havstovuna
Í gjár fingu vit á Havstovuni so fitta vitjan av børnum úr 1. flokki í Sankta Frans Skúla. Guðrið Eriksdóttir Johansen hevði eina framløgu fyri teimum við heitinum “Ferðast við




