{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Infektión av Makreli við Anisakis-rundormi

Grein er júst komin út í vísindatíðarritinum ‘FISHERIES RESEARCH’ um Anisakis-rundorm í makreli. Henda grein er ein partur av teim úrslitum, ið komu burturúr kanningunum innan eina FP7-verkætlan 2012-14 um rundormar í fiski. Havstovan luttók saman við øðrum vísindastovnum í Europa (Noreg, Italia, Frankaríki, Skotland og Spania).


Tilsamans 1801 makrelar vórðu kannaðir úr Atlantshavinum og Miðjarðarhavinum. Føroyaøkið hevur samanlagt minni nøgdir av Anisakis, tá ið talan er um allan fiskin (innvølir og vøddar samanlagt); men verður einans hugt eftir vøddunum, liggur Føroyaøkið á sama stigi sum hini økini (á leið 20-30 % av fiskunum infiseraðir við Anisakis í vøddum).


Nógv onnur áhugaverd vísindalig úrslit verða viðgjørd í greinini. Til dømis eisini, hvussu makrelstovnar í Miðjarðarhavinum blanda seg uppí makrelstovnarnar í Atlantshavinum.


Kanningarnar av makrelinum í føroyskum havøki vórðu gjørdar av Mourits Mohr Joensen og Dánjal Petur Højgaard.

Viðkomandi tíðindi

  • Sjógvurin met heitur seks mánaðir á rað

    Í seks fylgjandi mánaðir hevur hitin í sjónum kring oyggjarnar verið met høgur. Higartil í ár er hitin 0.5°C heitari enn sama tíðarskeið í fjør og 0.2°C heitari enn í 2003,

    Les meira

  • Væleydnaður dagur

    Fríggjadagin 26. september 2025 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurin hjá Havstovuni var í eini garagu hjá Tórshavnar Havn og nógv ymiskt varð víst fram. Sum eitt

    Les meira

  • Sólvá Jacobsen vann snarrøðukappingina

    Á Vísindavøkuni 2025 var ein einaferð snarrøðukapping hildin, har luttakararnir skuldu leggja gransking fram í 2,5 minuttir. Sólvá Jacobsen, nýklaktur doktari á Havstovuni, luttók við eini framløgu um, at stødd

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026

    Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 174.357 tons fyri 2026, sum er

    Les meira