Infektión av Makreli við Anisakis-rundormi
Grein er júst komin út í vísindatíðarritinum ‘FISHERIES RESEARCH’ um Anisakis-rundorm í makreli. Henda grein er ein partur av teim úrslitum, ið komu burturúr kanningunum innan eina FP7-verkætlan 2012-14 um rundormar í fiski. Havstovan luttók saman við øðrum vísindastovnum í Europa (Noreg, Italia, Frankaríki, Skotland og Spania).
Tilsamans 1801 makrelar vórðu kannaðir úr Atlantshavinum og Miðjarðarhavinum. Føroyaøkið hevur samanlagt minni nøgdir av Anisakis, tá ið talan er um allan fiskin (innvølir og vøddar samanlagt); men verður einans hugt eftir vøddunum, liggur Føroyaøkið á sama stigi sum hini økini (á leið 20-30 % av fiskunum infiseraðir við Anisakis í vøddum).
Nógv onnur áhugaverd vísindalig úrslit verða viðgjørd í greinini. Til dømis eisini, hvussu makrelstovnar í Miðjarðarhavinum blanda seg uppí makrelstovnarnar í Atlantshavinum.
Kanningarnar av makrelinum í føroyskum havøki vórðu gjørdar av Mourits Mohr Joensen og Dánjal Petur Højgaard.
Viðkomandi tíðindi
Styrkja samstarvið millum Havstovuna og íslendska Hafrannsóknastofnun
Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, saman við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni, á íslendska Hafrannsóknastofnun, vanliga nevndur Hafro. Endamálið við vitjanini var m.a. at kunna seg um virksemið…
Merkt grind ferðast støðugt suðureftir
Grindin, ið varð merkt á Klaksvík fyri mánaði síðan, ferðast uttan íhald og støðugt suðureftir. Teinurin, hon hevur ferðast, er 1200 fjórðingar, og er hon nú komin suður á 52.…
Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…
Merkt grind á Føroyabanka
Tann merkta grindin úr Fuglafirði hevur nú verið ein túr á Føroyabanka. Eftir at grindin mundi møtt merktu klaksvíksgrindini á Hattonbanka fyri viku síðan, fór hon suður aftur í Hattondýpið,…