{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Harðir vetrar stimbra sjófugl

Støðan hjá føroyska sjófuglinum er nógv batnað seinastu tvey árini – eftir 15 sera vánalig ár. T.d komu væl fleiri ritupisur undan bæði í 2016 og 2017. Í nýggjari grein, prentað í tíðarritinum Frontiers in Marine Science, verður víst á, at vindharði veturin 2014-2015 er helst ein orsøk til betraðu lívskorini hjá sjófugli.


Nýggj tøkni (Geolocators) ger tað møguligt at fylgja ferðingini hjá sjófugli. Við hesum sæst, at fleiri sløg av sjófugli frá bjørgum kring alt Norðuratlantshavið sita á opnum havi sunnan fyri Grønland stóran part av vetrinum. Havumhvørvið um veturin á hesum opnu leiðum – eisini nevnt subpolari meldurin – kann avgera, hvussu tað hilnast hjá t.d. føroysku rituni at fáa pisur summarið eftir. Subpolari meldurin kann broytast nógv frá ári til annað, og møguligt er at spáa um eyðmerktar havfrøðiligar broytingar eitt til tvey ár frammanundan.


Í grein skrivað í fjør spáddi Havstovan, at kaldi og vindharði veturin 2014-2015 fór at føra til betri taðing av sjónum, meira gróður, størri nøgd av reyðæti og tískil helst meira føði til bæði sjófugl og fisk. Áhugavert er, at hetta nú tykist at gerast veruleiki.

Viðkomandi tíðindi

  • Virðismikil fuglatøl útgivin í grein

    Grein um gongdina hjá sjófugli í Føroyum síðani fyrst í 1970-unum er útgivin í tíðarritinum Frontiers in Marine Science (les her). Fuglafrøðingurin Bergur Olsen hevur í meira enn 50 ár…

    Les meira

  • Nýggi granskingarbáturin “Lomvigin” siglt fyrsta túrin

    Á heysti 2022 fekk Fuglakanningarstøðin hjá Havstovuni fígging frá Aage V. Jensens Fonde at lata ein bát byggja til sjófuglateljingar kring alt landið. Í síðstu viku sigldi nýggi báturin sín…

    Les meira

  • Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

    Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…

    Les meira

  • Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni

    Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gjørdar úr plastikkrørum, og í hvørjum reiðri…

    Les meira