
Grønlendski landsstýrirsformaðurin á vitjan á Havstovuni
Fríggjardagin 10. juni var grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte Bourup Egede, á vitjan á Havstovuni saman við løgmanni, Bárði á Steig Nielsen.
Grønlendski landsstýrisformaðurin var í Føroyum í sambandi við ríkisfund og nýtti tá høvið at vitja Havstovuna og kunna seg um tað samstarv, sum er millum grønlendskar og føroyskar granskarar innan virkisøkið hjá Havstovuni.
Marita Rasmussen, stjóri greiddi frá virkseminum og endamálinum hjá Havstovuni og Hjálmar Hátún, granskari greiddi frá sínari gransking um havstreymar í Norðuratlantshavi og veðurlagsbroytingar. Eisini bleiv kunnað um samstarvið millum Grønland og Føroyar í granskingarhøpi, endaðar og núverandi verkætlanir, umframt at víst varð á framtíðar samstarvs- og granskingarmøguleikar.
Havstovan takkar fyri vitjanina og møguleikanum at greiða frá virkseminum á stovninum.
/


Viðkomandi tíðindi

Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og Eilif Gaard, lívfrøðingur og Dr. Philos, hildu á

Hátíðardagur á Havstovuni
Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni. Tað ásanna vit, nú 6 starvsfólk fingu heilsan í sambandi við 25 og 30 ára starvsdagar á Havstovuni. Stjórin, Marita Rasmussen, bar heilsan fram til

Havstovan kunnar skúlaflokkar á umhvørvisviku á Tvøroyri
Tvøroyar kommuna skipar fyri umhvørvisviku hesa vikuna. Í hesum sambandi hava Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi í havfrøði, og Marita Rasmussen, stjóri, verið á Seglhúsloftinum, har fleiri skúlaflokkar úr Tvøroyrar skúla

Fiskimálaráðharrin vitjað á Havstovuni
Týsdagin 22. apríl var landsstýrismaðurin í fiskivinnu-og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, á vitjan á Havstovuni. Á vitjanini á Havstovuni fekk landsstýrismaðurin høvi at heilsa upp á starvsfólkini á Havstovuni, umframt gjølliga
