{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Grein um lága saltinnihaldið á okkara leiðum

Havstovan hevur seinastu árini í fleiri umførum skrivað um metlágt saltinnihald í føroyskum sjógvi seinastu 3-4 árini. Síðani methøgt saltinnihald var mált í 2009, hevur saltinnihaldið sum heild verið lækkandi, men á sumri 2016 lækkaði saltinnihaldið óvanliga nógv. Hetta førdi við sær, at metlág virðir blivu máld í 2017, 2018 og 2019 á Landgrunninum eins og úti á Opnum havi.

Nú er nýggj grein komin út, sum lýsir meiri, hví saltinnihaldið lækkaði so nógv. Í greinini verður víst á tríggjar samanfallandi orsøkir: Í 2012 broyttust havstreymarnir út fyri New Foundlandi, soleiðis at meiri feskvatn av Labrador landgrunninum bleiv ført út í subpolara meldurin. Samstundis øktist avfallið sum heild yvir meldrinum, soleiðis at sjógvurin í meldrinum bleiv óvanliga feskur. Tá meldurin í 2014-2016 styrknaði, bleiv tann óvanliga feski sjógvurin skjótt førdur inn í føroyskt sjóøki, og hetta førdi til tað ógvusliga fallið í saltinnihaldi, sum higartil er mátað. Hetta sást týðiliga á sumri og út á heystið 2016, eitt nú í Bankarennuni og við Lívfiskastøðina í Skopun.

Greinin er skrivað í samstarvi við granskarar í fleiri londum og er m.a. stuðlað av H2020 verkætlanini Blue-Action. Greinin er atkomulig hjá øllum og kann lesast her.

Karin Margretha H. Larsen ( karinl@hav.fo)

Viðkomandi tíðindi

  • Metlágt saltinnihald seinasta vetur

    Farna vetur bleiv sjógvurin við okkara leiðir sera feskur, og saltinnihaldið er nú met lágt. Orsøkin tykist vera, at subpolari meldurin í Norðuratlantshavi er styrknaður aftur eftir at hava verið…

    Les meira

  • Metlágt saltinnihald

    Eftir fleiri ár við høgum saltinnihaldið í Atlantssjónum kring Føroyar, fór at lækka aftur eftir 2010. Serstakliga minkaði saltið nógv gjøgnum 2016. Á fyrsta túri hjá Magnusi Heinasyni í februar…

    Les meira

  • Atlantssjógvurin feskari

    Sjógvurin í Norðuratlantshavi er vorðin feskari síðstu 2 3 árini. Orsøkin tykist vera, at broytingar eru hendar í upprunasjógvi yviri við Norðuramerika, haðani sjógvurin við okkara leiðir í stóran mun…

    Les meira

  • Kaldari og feskari í 2012

    Hitin og saltinnihaldið í atlantsjógvi vestan fyri Føroyar lækkaðu í 2012 niður á tað minsta seinastu 10 árini. Miðalhitin í 2012 var eitt vet lægri enn miðalvirðið fyri øll árini…

    Les meira