{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Granskarar kunnaðu ES um Golfstreymin

Týsdagin 4. september skipaðu Searica, ið er ein felagsbólkur hjá ES, og H2020-verkætlanirnar Blue-Action og AtlantOS fyri einum kunningarfundi um støðuna hjá sonevnda “Golfstreyminum”. Fundurin hevði heitið “The slowing Gulf Stream? What we know and potential impacts” og varð hildin í hølum hjá Evropatinginum.


Karin Margretha H. Larsen, deildarleiðari á Havstovuni, luttók á fundinum, har hon kunnaði um rákið tvørtur um Grønland-Skotland-ryggin. Saman við granskingarstovnum í okkara grannalondum hevur Havstovan síðani seinnu helvt av 1990’unum regluliga gjørt kanningar av hesum rákinum. Kanningarnar vísa, at rákið tvørtur um Grønland-Skotland-ryggin sum heild hevur verið sera støðugt hesi árini, men síðstu tvey árini hava broytingar verið at sæð í hita- og saltinnihaldi, sum ikki hava verið áður. Á fundinum kunnaðu granskarar úr øðrum londum harafturat um, at rákið longur suðuri í Atlantshavið tykist vera viknað, og um hvussu heita rákið í “Golfstreyminum” ávirkar veðurlagið í Norðurevropa eins og útbreiðslu av havísi í Barentshavinum.


Meiri er at lesa um kunningarfundin á heimasíðuni hjá Blue-Action, og á heimasíðuni hjá Havstovuni ber til at lesa meiri um leiklutin hjá Havstovuni í teimum báðum verkætlanunum.

Viðkomandi tíðindi

  • Lýsing eftir goymsluhøli

    Havstovan leitar eftir goymsluhølum til prøvar. Hølini skulu brúkast til fjargoymslu av ymsum lívfrøðiligum og evnafrøðiligar prøvum, sum Havstovan hevur skyldu at varðveita. Talan er t.d. um prøvar tiknir umborð…

    Les meira

  • Styrkja samstarvið millum Havstovuna og íslendska Hafrannsóknastofnun

    Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, saman við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni, á íslendska Hafrannsóknastofnun, vanliga nevndur Hafro. Endamálið við vitjanini var m.a. at kunna seg um virksemið…

    Les meira

  • Børn og Havstovan á Sjómannadegnum

    Aftur í ár luttóku granskarar á Havstovuni á Sjómannadegnum í Klaksvík. Uppgávan var at kanna fisk, sum børnini høvdu fiskað fríggjakvøldið, tá fiskikapping varð fyriskipað. Tað vóru Eydna í Homrum,…

    Les meira

  • Verkfrøðilesandi í starvslæru á Havstovuni

    Síðsta hálvárið hevur Jákup Jógvansson Clementsen, ið lesur á Danmarks Tekniske Universitet, verið í starvslæru á Havstovuni. Tað er partur av lesnaðinum hjá Jákupi, ið væntandi lýkur prógv sum fiskivinnuverkfrøðingur…

    Les meira