{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Fiskirannsóknarstovan farin í søguna

Á sjálvum 50 ára degnum fekk Fiskirannsóknarstovan nýtt navn og nýtt búmerki. Nýggja navnið er Havstovan.

Tá Fiskirannsóknarstovan varð sett á stovn í 1959, var talan um eina deild undir Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser. Arbeiðið í Føroyum snúði seg um kanningar av fiski eina, og tí kom deildin í Føroyum hóskandi at eita Fiskirannsóknarstovan. Sum frá leið øktist virksemið á Fiskirannsóknarstovuni munandi, bæði viðvíkjandi arbeiðsuppgávum og starvsfólkatali. Fiskideildin á Fiskirannsóknarstovuni er í dag ein av 5 deildum, so navnið var eyðsýnt ikki dekkandi longur.

Hetta er úr Sjóvarmál 2009, les víðari her.

Viðkomandi tíðindi