{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Svarthávur

Centroscyllium fabricii

Svarthávur er langur og nakað smidligur. Tjúkkastur er hann um búkin, kvennfiskarnir hava ofta tjúkkan og vatnutan búk. Píkur er framman fyri tær báðar ryggfjaðrarnar. Tann aftara ryggfjøðurin er umleið tvær ferðir so stór sum fremra. Sama er við píkunum. Táknaopini ganga beint móti uggafjøðurini. Hann hevur stór eygu. Andaholini eru umleið 1/3 av eygnastøddini. Hann hevur stutta gron. Hann er svartur inni í kjaftinum. Tenninar eru umleið eins í báðum kjaftum, smáar, í 3-5 røðum. Kjafturin er bogin.

Útbreiðsla

Svarthávur er í Norðuratlantshavi, í hellingunum frá Ittoqqortoomiit í Eysturgrønlandi, Íslandi og suður við Vesturafrika. Í Davisfirði, suður til Virginia. Á Miðatlantsrygginum, á bankum og tindum suður til Asoroyggjar. Undir Føroyum fæst hann sunnanfyri og vestanfyri.

Stødd

Svarthávur verður upp í 120 cm langur, vanlig longd er um 80-90 cm.

Dýpi

Hann er vanligur fiskur á dýpi millum 250-1500 m og er helst eisini djúpari.

Litur

Hann er svartur ella heilt myrkabrúnur. Myrkastur er hann undir búkinum.

Eyðkenni

Svarthávur er slenutur, bleytur, tá hann er deyður. Á trolveiddum fiski er skræðan ofta skrødd, og tað sæst inn á tann hvíta fiskin. Hann hevur møguliga heilt smá ljósgøgn. Hann kennist frá døkkhávi m.a. á tí, at aftari endi á búkfjaðrafestinum kemur aftur um aftara píkin.

Týdningur

Hann hevur lítlan og ongan vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Svarthávur
Lat:Centroscyllium fabricii
Dan:Fabricius sorthaj
Eng:Black dogfish
Fra:Aiguillat noir
Grø:Eqalussuaq qernertoq
Ísl:Svartháfur
Ned:Zwarte lantaarnhaai
Nor:Islandshå
Spa:Tollo negro merga
Sve:Svart pighaj

Viðkomandi tíðindi

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

    Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…

    Les meira

  • Toskur á Føroyabanka – hvar er hann komin frá?

    Innleiðsla Tað er eisini munur á arvatilfarinum hjá toski á Føroyabanka samanborið við aðrar toskastovnar. Toskur á Føroyabanka veksur sera skjótt fyrstu árini og er longu yvir 80 cm langur…

    Les meira