{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Sekstáknahávur

Hexanchus griseus

Hann hevur trivaligan kropp. Hann hevur eina ryggfjøður, ið situr aftur móti klingruni. Hann hevur stóran, skáksettan yvirstert, ið er umleið 40 til 50% av longdini frá tranti til klingru. Hann hevur stuttar, men breiðar ugga-, búk- og gotfjaðrar. Gronin er stutt, breið og avrundað. Tenninar í kjaftunum báðum eru sera ymiskar. Í yvirkjaftinum eru tríkantaðar tenn við „sag“ á aðrari síðuni og í undirkjaftinum tríkantaðar við stórum innviki á aðrari síðuni. Hann hevur seks stór táknaop, ið fara nakað inn undir øsið.

Útbreiðsla

Sekstáknahávurin er í hellingunum av Suðurlandinum í Íslandi, um Føroyar og Norðsjógvin inn í Miðjarðarhavið. Vestan fyri Bretsku Oyggjarnar, suður við Afrika og langt út í Atlantshav. Í Kyrrahavinum og Indiahavinum. Í føroyskum sjógvi er hann fingin út av bankunum vestanfyri og við Bankaryggin.

Stødd

Sekstáknahávur verður í mesta lagi 4-5 metrar langur.

Dýpi

Hann er úr 100 m niður á 2000 m.

Litur

Hann er ofta ljósabrúnligur um bakið, men eisini kann hann vera gráur ella brúnsvartur. Síðurnar eru reydliga gráar.

Eyðkenni

Tey seks táknaopini og tann langa ovara stertafjøðurin.

Týdningur

Sekstáknahávurin hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Sekstáknahávur
Lat:Hexanchus griseus
ala:Sixgill shark
Azo:Albafar
Dan:Seksgællet haj
Eng:Bluntnose sixgill shark, Atlantic mud shark, Brown shark, Bull dog shark, Sixgilled shark
Fin:Kidushai
Fra:Requin griset, Arbano, Bouca douça, Bouche douce, Griset
Gri:Carcharias, Aletra, Alétri
Ísl:Brandháfur
Ita:Squalo Capopiatto, Cagnia, Manzo, Notidano griio, Pesce vacca, Pesciu muggiu
Jap:Kagurazame
Ned:Stompsnuitzeskiewehaai, Grauwe haai, Zeskiewehaai
Nor:Kamtannhaj, Kamtannet gråhaj
Pol:Szescioszpar
Por:Tubarao-albafar, Albafar, Albafóra, Ohlo verde, Tubarão-albafar
Rus:Shestizhabernaya akula
Spa:Cañabota, Bastriuvaca, Bocadolc clar, Bocadolca, Boqvidulce, Gato de mar, Tiburón gris
Sve:Sexbågig kamtannhaj
Týs:Grauhai, Notidan, Rotbraunhai, Rotgrauhai
USA:Cow shark, Sixgilled shark