{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Ringhávur

Galeus melastomus

Ringhávur er langur og smidligur fiskur, hægstur frammi um uggafjaðrarnar. Hann hevur langan og lágan stert og langa fjøður á undirstertinum. Ovari kantur á stertinum hevur tvey røð av smáum píkum. Ryggfjaðrarnar eru tvær, tann fremra umleið mitt á fiskinum, hin aftara aftur móti klingruni. Gotfjøðurin er long, umleið 13 til 18% av heildarlongdini, og aftari endi hennara røkkur júst aftur um stertarótina. Gronin er fløt, og sæð niður á hana, er hon rundað framman. Andahol aftan fyri eyguni.

Útbreiðsla

Ringhávur er frá Vesturafrika, inn í Miðjarðarhavið og til Norðurnoregs. Við Bretsku Oyggjarnar og undir Føroyum.

Lívsringrás

Ringhávurin gýtur gitin egghylkir (Stig 1). Hávafostrið mennist síðani av einum stórum blommusekki í hylkinum. Tá fostrið er fullborið, er blommusekkurin uppi, hylkið opnast og hávurin fer úr hylkinum. Hann líkist tá tí vaksna ringhávinum.

Stødd

Kallfiskar verða upp í 60 cm og kvennfiskar upp í 90 cm langir.

Dýpi

Ringhávur er úr 50 m niður á 1200 m, vanligast á 200-500 m.

Litur

Hann er reyð-brúnliga gráur við ringskapaðum mynstrum á bakinum og um síðurnar, ljósari undir búkinum. Kjaftholan er svørt.

Eyðkenni

Ringhávur hevur ringskapaðar blettir á baki og síðum. Hann er svartur inni í kjaftinum. Hann hevur lága gotfjøður, ið er heldur longri enn uggafjaðrarnar.

Týdningur

Hann hevur lítlan ella ongan fiskivinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Ringhávur, Kjaftsvarti hávur
Lat:Galeus melastomus
Dan:Ringhaj
Eng:Blackmouth catshark, Blackmouthed dogfish
Fin:Rengashai
Fra:Pristure à bouche noire, Bardoulin, Bicot, Chien espagnol, Lambardà, Pimpirína
Gri:Gàta, Galéos
Ísl:Hringaháfur
Ita:Boccanera, Boccanegra
Jap:Macke
Ned:Hondshaai, Spaanse hondshaai
Nor:Hågjel, Håtaske, Ringhaj
Pol:Pilak
Por:Leitão, Lito, Papoila
Rus:Pjatnistaja akula
Spa:Pintarroja Bocanegra, Bocanegra, Colaya, Gata moixa, Gazapa, Golayo, Moixina, Olaya, Pristiu
Sve:Hägål, Ringhaj
Týs:Fleckhai