
Kongasúgfiskur
Rhodichthys regina
Kongasúgfiskur er bleytur at føla, hávaksin og tunnur fiskur. Hann hevur stórt høvd, umleið 22-26% av standardlongdini. Kjafturin kemur aftur um eygað. Hægstur er hann um uggafjaðrarnar, mjækkar aftureftir til klingruna, sum endar í einum lítlum sterti. Hann hevur eina langa ryggfjøður, fremst er hon lág, hægst um miðjan fiskin, lækkar so allan vegin út á stertin. Sama er við gotfjøðurini, nakað høg framman. Uggafjaðrarnar eru tvídeildar. Ovari partur er sum vanligar uggafjaðrar, rættiliga stórar, rundar aftan. Niðari partur situr undir øsinum og er bert ein langur, klænur tráður, sum úti á miðjuni fer í tvey ella trý, longdin er umleið aftur á hálvan fiskin. Gotið er fram ímóti øsinum. Hann hevur stór táknaop av súgfiski at vera, tey koma næstan allan vegin niður.
Útbreiðsla
Kongasúgfiskur er í køldu høvunum norðanfyri. Hann er úr Baffinsflógvanum til Laptevhavið, norðan fyri Føroyar og í Hetlandsrennuni.

Stødd
Kongasúgfiskur verður upp í 31 cm langur.
Dýpi
Hann er botnfiskur, fingin á bleytum botni, úr 1400 m niður á meira enn 2000 m.
Litur
Hann er ljósareyður, ljósviólbláur. Vaksnir fiskar eru hálvgjøgnumskygdir. Royggið er svart.
Eyðkenni
Bleyti fiskurin. Liturin og gjøgnumskygnið. Høgur og tunnvaksin. Longu, niðaru uggafjaðrarnar.
Týdningur
Kongasúgfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Kongasúgfiskur |
Lat: | Rhodichthys regina |
Eng: | Threadfin snailfish |
Fra: | Limace de mer à filaments |
Nor: | Kongeringbuk |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlaga á Bankarygginum, sunnan fyri Føroyabanka. Fleiri sløg…
Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski, hóast nøgdin var nakað…
Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79…
Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir…