{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Kombikk

Gasterosteus aculeatus

Kombikk er lítil og bulmikil fiskur. Tað hevur eina ryggfjøður á sporlinum. Framman fyri ryggfjøðurina eru tríggir hvassir beinpíkar, tveir stórir fremstir og ein minni, ið er beint framman fyri fjøðurina. Undir búkinum, undir aftaru endum á uggafjaðrunum, eru tveir píkar, ein hvørjumegin miðjuna. Hetta eru búkfjaðrarnar, sum eru vorðnar til píkar. Ein píkur er framman fyri gotfjøðurina. Gotfjøðurin er minni enn ryggfjøðurin. Uggafjaðrarnar eru rættiliga stórar. Høvdið er stórt, um 24% av heildarlongdini. Kjafturin er lítil, upprendur. Kombikk hevur undirbit. Sera klæna klingru. Kombikk gýtir í feskum vatni. Nøkur teirra eru alt lívið í feskum vatni. Onnur eru lutvíst í sjónum.

Útbreiðsla

Kombikkið er í Svartahavinum, Miðjarðarhavinum og fram við Evropa til Bretsku oyggjarnar, í Eystarasalti, í Noregi, eystur móti Novaja Semlja. Í Føroyum, Íslandi og Suðurgrønlandi. Frá Labrador til New York. Tað er í Kyrrahavinum úr Beringssundi til Korea og Montereyvíkina í Kalifornia.

Stødd

Mesta longd er 11 cm, tó í Føroyum neyvan longri enn 8 cm.

Dýpi

Kombikk er í støðuhyljum í fjøruni, í vøtnum, firðum, pollum, ósum og niðast í áum, men ikki í áarstreymi. Tað er eisini í sjónum, fram við landi og langt til havs, har tað helst er ovarlaga í sjónum. Kombikk er fingið á 27 metra dýpi.

Litur

Kombikk er úr silvurgrønum til næstan svart á bakinum, silvurlitt um síðurnar og hvítt undir búkinum. Til havs er liturin líkur sild, tó eitt sindur kámari. Í gýtingini, sum byrjar í apríl og heldur á út á summarið, eru siljafiskarnir reyðir undir høvdinum og um búkin. Rognafiskarnir verða myrkabrúnir um bakið og gulligir um búkin.

Eyðkenni

Fiskastøddin. Píkarnir og bulmikla skapið.

Týdningur

Tað hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Kombikk, Beinmurtur, Eldmurtur, Eyrriðasild, Horngeil, Horngeir, Hvasssíl
Lat:Gasterosteus aculeatus a.
Ala:Cukilrua’ak
Dan:Trepigget hundestejle
Eng:Threespined Stickleback, Stickleback, Tiddler
Fin:Kolmipiikki
Fra:Arselet, Cordonnier, Crève-valet, Épinart, Épinglet, Épinoche, Épinoche à trois épines, Épinoche aiguillonnée, Estancelin, Estranglo cat, Spinaubé, Spinavaou, Trois épines
Grø:Kakilisak, Kapinartulik, Pingasunik
Ísl:Hornsíli
Ita:Spinarello
Ned:Driedoornige stekelbaars
Nor:Trepigget stingsild, Stikling, Tindaure, Tindmort
Pol:Ciernik
Por:Esganagata, Espinhela, Espinhoso
Rus:Trechiglaja koljuška, Karas, Koros, Trekhiglaya koliushka
Spa:Espinosillo, Espinoso, Venenoso
Sve:Storspigg
Týs:Dreistacheliger Stichling
USA:Threespine stickleback

Viðkomandi tíðindi

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka

26.01.2026

Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Framløga á Bátasavninum í Leirvík

09.01.2026

Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026

22.12.2025

Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026

28.11.2025

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið

16.10.2025

Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak

19.09.2025

Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar

25.06.2025

Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan va…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…